Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. september 2020Nr. 139
Løgtingslóg um tíðaravmarkað avgjald á ferðandi við komu til Føroya, sum broytt við løgtingslóg nr. 189 frá 18. desember 2020
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. 1) Áðrenn ella við komu til Føroya skulu ferðandi, sum eru 12 ár ella eldri, í tíðarskeiðnum 1. oktober – 31. mars 2021 rinda eitt avgjald á kr. 312,00. Avgjaldið er frítikið fyri meirvirðisgjald. Heimilað er flutningsfyritøkunum ella umboðum teirra at krevja eitt ómaksgjald fyri ómakin.
§ 2. Avgjaldið verður kravt inn av flutningsfyritøkunum ella umboðum teirra. Um ferðaseðilin er seldur, tá henda løgtingslóg kemur í gildi, setir flutningsfyritøkan seg í samband við tann ferðandi til tess at tryggja, at avgjald verður rindað áðrenn ella við komu til Føroyar.
Stk. 2. Avgjald, ið er innkravt í einum mánaði, skal verða goldið í seinasta lagi 22. í øðrum mánaðinum eftir. Flutningsfyritøkan skal í seinasta lagi 10. í øðrum mánaðinum eftir senda TAKS uppgerð yvir innkravt avgjald avvarðandi mánað.
Stk. 3. Er avgjaldið ikki goldið, tá freistin er úti, skulu 0,7% roknast í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu.
Stk. 4. Avgjald og renta, ið eru fallin til gjaldingar, kunnu verða innheintað við panting. TAKS fremur panting fyri avgjøld og rentur, ið eru fallin til gjaldingar eftir hesi løgtingslóg.
§ 3. Er avgjald ikki rindað við komu til Føroyar, krevur TAKS avgjaldið inn, um avgjaldið ikki verður kravt inn sbrt. § 2, stk. 1, 1. pkt.
§ 4. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. oktober 2020.
Í Tinganesi, 29. september 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 23/2020