Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
16. februar 2001Nr. 14
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 39 frá 7. juni 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 43 frá 9. mai 1997, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 2, stk. 1, 2. pkt., verður strikað.
2) § 2, stk. 2, 3. pkt., verður orðað soleiðis:
“Arbeiðsgevarar rinda ikki gjald fyri løn hjá útlendingum undir FAS skipanini, ella fyri løn hjá útlendingum umborð á skipium, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 2. pkt., í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, við seinni broytingum, verða javnmett við skip, ið eru skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum, um tey vóru føroysk, lúka treytirnar í § 1, stk. 1, í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá.”
3) Í § 2, stk. 4, verður skoytt upp í sum 2. pkt.:
“Rindar arbeiðstakarin ikki rættstundis, verður gjaldið kravt inn sum írestandi skattur, sambært § 78 og § 135 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá 1. januar 2001.
Tórshavn, 16. februar 2001
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður