Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. februar 2007Nr. 14
Løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg (forsorgarlógin)
§ 1
Í lov for Færøerne om offentlig forsorg, jfr. lovbekendtgørelse nr. 100 af 2. marts 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 151 frá 20. desember 2005, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Aftaná § 18 a verður sett:
“§ 18 b. Stuðul verður veittur til keyp av bili til persónar við varandi avmarkaðum likamligum ella sálarligum førleika, ið munandi skerjir møguleikarnar at ferðast, ella ger tað trupult at fáa ella halda fast um eitt arbeiði ella eina útbúgving uttan brúk av bili. Stuðulin verður veittur sum eitt rentufrítt lán, sum í mesta lagi er 180.000 kr.
Stk. 2. Gera serlig viðurskifti seg galdandi í sambandi við avmarkaða førleikan, kann eitt rentu- og avdráttarfrítt lán veitast til at gjalda munin millum stuðulin sambært stk. 1 og prísin fyri at útvega ein dýrari bil.
Stk. 3. Stuðul verður veittur til meirútreiðslur til vektgjald, tá ið talan er um bil við eginvekt omanfyri 1300 kg.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um:
1) treytir og umstøður fyri at fáa stuðul eftir stk. 1 og 2,
2) afturrindan av láni, herundir freistir fyri afturrindan og treytir fyri at eftirgeva lán umframt inntøkugrundarlagið fyri at afturgjalda,
3) møguleikan at fáa stuðul til at útskifta ein bil, ið stuðul er veittur til, sambært stk. 1 og 2,
4) stuðul til neyðuga innrættan v.m.,
5) í hvønn mun stuðul kann veitast til at gjalda koyrifrálæru v.m.,
6) stuðul til persónar, ið koma inn í landið og hava ein bil við,
7) treytir fyri at játta stuðul til vektgjald og
8) árliga prístalsjavning av upphæddini í § 18 b, stk. 1.
§ 18 c. Stuðul verður veitt til innrættan av bústaði til persónar við munandi og varandi avmarkaðum likamligum ella sálarligum førleika, tá ið innrættan er neyðug fyri at gera bústaðin betur egnaðan sum tilhald fyri viðkomandi.
Stk. 2. Í teimum heilt serligu førunum, har stuðul eftir stk. 1 ikki er nøktandi til at gera bústaðin egnaðan sum tilhald, kann stuðul veitast til at gjalda útreiðslurnar av at útvega ein annan bústað. Henda stuðul kann tó bert veitast, um annar bústaður ikki kann ávísast, ið nøktar tørvin hjá viðkomandi.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, í hvønn mun stuðul sambært stk. 1 og 2 skal rindast aftur, herundir í hvønn mun afturgjaldskylduga upphæddin kann tryggjast við veðhaldi í ognini”.
2) § 33, stk. 4 verður aftaná “hjælp efter § 18” sett: “, § 18 a, § 18 b og § 18 c”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fær virkna frá 21. mars 2006.
Tórshavn, 26. februar 2007
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Hans Pauli Strøm (sign.)
Lm nr. 49/2006