Løgtingslóg nr. 14 frá 27. april 1967 um landingarprís á sild / om landingspris på sild.
§ 1. Landsstýrinum verður heimilað við kunngerð at fyriskipa, at prísurin á sild landað í Føroyum verður settur av nevndini eftir § 3 í løgtingslóg nr. 72 frá 22. december 1951 um avrokning og lønjavningargrunn fiskimanna. Ásetti prísurin er ein minstiprísur.
2. stk. Samsýning og aðrar útreiðslur, ið standast av prísásetingini, verða goldnar úr landskassanum.
§ 2. Henda lóg fær gildi beinanvegin.