Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. februar 2013Nr. 14
Løgtingslóg um mentanarsøgulig skip
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Mentanarsøgulig skip
§ 1. Endamálið við lógini er at skipa eina verndar- og stuðulsskipan til mentanarsøgulig skip og hava tey siglandi í Føroyum. Eitt mentanarsøguligt skip er eitt varðveitingarvert skip, ið umboðar eitt søguligt tíðarskeið í føroysku skipasøguni, og hevur mentanarsøguligan týdning fyri Føroyar.
Átekning
§ 2. Skip, ið er millum 5 og 300 BT, eldri enn 50 ár og hevur serligan mentanarsøguligan týdning fyri Føroyar, kann sambært umsókn fáa átekning sum varðveitingarvert skip.
§ 3. Landsstýrismaðurin ásetir neyvari reglur um átekning, um treytir og skyldur í hesum sambandi, og um frávik.
Stk. 2. Ánari av skipi, ið hevur átekning sambært hesi lóg, hevur skyldu at halda skipið í tí standi, ið er grundarlag fyri átekningini.
§ 4. Antikvariski myndugleikin kann gera av, at ein átekning sum varðveitingarvert skip verður tikin aftur, um serlig orsøk er fyri tí.
Stuðul
§ 5. Skip, ið hava átekning, kunnu søkja antikvariska myndugleikan um stuðul.
§ 6. Endamálið við stuðlinum er at varðveita og halda siglandi tey skip, ið hava mentanarsøgulig virði og hava fingið átekning sambært hesi lóg.
§ 7. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð neyvari treytir og reglur fyri, nær og hvussu stuðul verður játtaður, nær tilsøgn um stuðul fellur burtur, og nær útgoldin stuðul kann verða kravdur afturgoldin. Eisini verða ásett krøv um fíggjarætlan, eftirlit, upplýsingarskyldu og atgongd til roknskapartilfar, umframt um roknskap og grannskoðan hjá stuðulsmóttakara.
§ 8. Øll krøv eftir hesi lóg kunnu, saman við innkrevjingarkostnaði, verða innheintað við panting. TAKS fremur pantingina eftir reglunum í skattalógini fyri innkrevjing av skattum.
Fyrisiting
§ 9. Mál sambært hesi lóg verða fyrisitin av antikvariska myndugleikanum, sum skipar fyri fakligari ráðgeving í hesum sambandi.
§ 10. Avgerð, ið er tikin av antikvariska myndugleikanum, kann kærast til landsstýrismannin. Kærufreistin er 4 vikur eftir, at kærarin hevur móttikið avgerðina
Gildiskoma
§ 11. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 28. februar 2013
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 60/2012