Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. oktober 2011Nr. 140
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 62 frá 31. mai 2010 um Húsalánsgrunn verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 1 verður orðað soleiðis:
“§ 1. Húsalánsgrunnurin hevur til endamáls:
1) at virka fyri at øll í Føroyum skulu hava møguleika fyri at útvega sær ein bústað
2) at tryggja fjølbroytni á bústaðamarknaðinum, og
3) at stuðla upp undir Veðurlagspolitikk Føroya at minka orkunýtsluna hjá føroyska býlishópinum.”
2) Í § 5, stk. 2 verður “80 %” broytt til: “90 %”.
3) Aftaná § 5 verður sett sum nýggj § 5 a, § 5 b og § 5 c:
“§ 5 a. Húsalánsgrunnurin kann veita veðskuldarlán til íbúðafeløg og íbúðastovnar, sum eru skipað sum sjálvsognarstovnar ella lutafeløg.
Stk. 2. Lán eftir stk. 1 skulu veðsetast innan fyri 80 % av metingarvirðinum við tinglýstum veðbrævi, ognarbrævi, skaðaloysisbrævi o.l. í somu fastogn ella við aðrari samsvarandi trygd.
Stk. 3. Áðrenn lán verða veitt eftir stk. 1, ásetir landsstýrismaðurin í kunngerð reglur og treytir um lánsveiting.
§ 5 b. Húsalánsgrunnurin kann einsamallur ella saman við kommunum, feløgum og stovnum útvega, reka og leiga út íbúðir, íbúðahús og lestrarbýlir.
Stk. 2. Áðrenn Húsalánsgrunnurin útvegar bústaðir eftir stk. 1, ásetir landsstýrismaðurin í kunngerð reglur og treytir fyri hesum virksemi grunsins.
§ 5 c. Húsalánsgrunnurin kann veita realkredittlán at fíggja føroyskar bústaðir.
Stk. 2. Áðrenn Húsalánsgrunnurin fer í holt við at veita realkredittfígging eftir stk. 1, ásetir landsstýrismaðurin í kunngerð reglur og treytir fyri hesum virksemi grunsins.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd.
Tórshavn, 6. oktober 2011
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 77/2011