Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
25. mai 1993Nr. 140
Løgtingslóg um stuðul til útróðrarflotan undir 20 BRT, sum broytt við løgtingslóg nr. 110 frá 11. desember 1998
§ 1. Endamálið við hesi lóg er at umleggja ein part av tí stuðli, sum hevur verið latin útróðrarflotanum undir 20 BRT sum prísískoyti o.a., sum stuðul til eitt avmarkað tal av fiskiførum undir 20 BRT í 5 ár.
§ 2. Landsstýrinum verður heimilað av árligu játtanini á fíggjarlógini at veita studning til eigarar av fiskiførum undir 20 BRT sum reka útróður á føroysku landleiðini.
§ 3. Stuðul verður latin eigara av útróðrarfari sum hevur veiðiloyvi A sambært kunngerð um reglur fyri veiðiloyvi til fult riknar og part riknar útróðrarbátar undir 20 BRT.
Stk. 2. Stuðulin verður býttur soleiðis millum útróðrarfør við veiðiloyvi A:
a) Útróðrarfør millum 15 og 19,99 BRT fáa kr. 63.091,00
b) Útróðrarfør millum 10 og 14,99 BRT fáa kr. 55.205,00
c) Útróðrarfør undir 9,99 BRT fáa kr. 47.319,00.
Stk. 3. Treytin fyri at fullur stuðul verður veittur er, at øll veiðan verður avreidd í Føroyum. Landsstýrið ásetur í kunngerð hvussu stuðulin verður lækkaður, fyri tann partin av veiðini sum verður landaður uttanlands.
§ 4. Stuðulsupphæddin verður útgoldin í eins stórum mánaðargjøldum.
Stk. 2. Stuðulin eftir hesi lóg kann eftir umsókn við loyvi frá landsstýrinum flytast yvir á annað útróðrarfar undir 20 BRT upp á upprunaligu treytirnar, um eigarin skiftir útróðrarfarið út í árinum.
§ 5. Útgjaldingin av stuðulinum steðgar, tá fiskifar skiftir eigara ella ikki er í vinnu.
Stk. 2. Tá ið eigaraskifti fer fram kann landsstýrið, eftir umsókn, loyva at tað, sum er eftir av stuðlinum fyri árið verður goldið nýggja eigaranum við ársenda, um nýggi eigarin fyri tann partin av árinum lýkur treytirnar um veiðiloyvi A.
§ 6. Landsstýrinum verður heimilað at umleggja stuðuls-, kurstaps- og serlán í fiskifari, sum kemur undir hesa lóg, verða umløgd til rentu- og avdráttarfrítt studningslán, sum verður avskrivað yvir 10 ár. Hetta er bert galdandi fyri skuld, sum ikki er fallin til gjaldingar pr. 31. desember 1992.
Stk. 2. Um so er, at fiskifar, sum hevur fingið hesa umlegging, skiftir eigara ella letur veiðuloyvið inn, fellur lánið ella tað, sum stendur eftir, til gjaldingar. Landsstýrið kann eftir umsókn loyva at tað, sum stendur eftir av láninum, verður standandi í fiskifarinum.
Stk. 3. Studningslánið verður tryggjað best møguliga við veðrætti í fiskifarinum.
§ 7.1) Landsstýrinum verður heimilað eftir umsókn at niðurskriva part av láni í fiskifari, sum kemur undir hesa lóg, sum hava landskassaveðhald, í sama lutfalli sum annar veðhavari ella lángevari niðurskrivar síni lán.
Stk. 2. Landsstýrinum verður heimilað í serligum førum, uttan at treytirnar í stk. 1 eru loknar, at gjalda lán ella part av láni, sum hava landskassaveðhald, og umleggja goldnu upphæddina til eitt rentu- og avdráttarfrítt lán, ið verður standandi í fiskifarinum og tryggja við veðrætti, treytað av, at eginpeningurin í fiskifarinum verður hækkaður við eini upphædd ásett av landsstýrinum ella at partur av láninum verður rindaður av eigaranum. Sama er galdandi, tá talan er um eina av landskassanum goldna borgan. Rentu- og avdráttarfría lánið verður niðurskrivað eftir einum áramáli, ið verður ásett av landsstýrinum.
Stk. 3. Nevndin, ið er sett sambært løgtingslóg um umlegging av lánum v.m. hjá fjarfiskiflotanum, letur landsstýrinum ummæli av umsóknum sambært stk. 2. Tað er ein treyt fyri umlegging, at fiskifarið ikki hevur rakstrarmøguleika at rinda skuldina, og at fiskifarið við umlegging verður mett at fara at klára seg í framtíðini.
§ 8. Landsstýrið kann í kunngerð áseta nærri reglur og krøv til skjalprógvan, sum eru neyðug til at útinna hesa lóg.
§ 9. Hendan lóg hevur gildi frá 7. mars 1993.
1) Broytt við løgtingslóg nr. 110 frá 29. desember 1998, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis verður danski teksturin í lógini strikaður.”