6. oktober 2011Nr. 141
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2005 um sjúkrahúsverkið verður gjørd henda broyting:
Í § 5 verður sum stk. 6 sett:
”Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um gjald fyri uppihald á Psykiatriska depli fyri persónar, ið eru liðugt viðgjørdir og fáa pensjón. Gjaldið kann tó í mesta lagi verða tað, sum búfólk á sambýlum, góðkend sambært § 32, stk. 2 í forsorgarlógini, rinda.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2012.
Tórshavn, 6. oktober 2011
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 4/2011