15. desember 2005Nr. 141
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin) og løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (broytt skattaprosent fyri partafeløg v.m.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 66 frá 17. mai 2005, verða gjørdar hesar broytingar:
Í § 5, stk. 2 og 3 verður “20%” broytt til “18%”.
§ 2
Í løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001um skatting av kapitalvinningi, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 23 frá 17. mai 2004, verða gjørdar hesar broytingar:
Í §§ 9, stk. 2, 14, stk. 2 og15, stk. 1 verður “20%” broytt til “18%”.
§ 3
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri inntøkuárið 2006 og frameftir.
Tórshavn, 15. desember 2005
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Bárður Nielsen (sign.)
Lm. nr. 35/2005