Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. desember 2012Nr. 141
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 82 frá 7. juni 2012, verða hesar broytingar gjørdar:
1) § 25 b, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Sum skattskyldug inntøka fyri arbeiði uttanlands verður bert roknað skattskyldug inntøka, sum hin skattskyldugi í inntøkuárinum hevur lagt inn í peningi ella peningsvirði uttanlands. 1. pkt. er tó ikki galdandi fyri skattskylduga inntøku fyri arbeiði uttanlands, sum bert Føroyar hava rætt til at skatta eftir grein í tvískattasáttmála”.
2) § 29, nr. 27 verður orðað soleiðis:
“27) Virðið av fríari ferð millum bústað í Føroyum og arbeiðsstað uttanlands.”
3) Í § 33, nr. 12 verður 1. pkt. orðað soleiðis:
“Partur av meirútreiðslum til kost, húsaleigu, ferðir og flutning, sjúkra- og vanlukkutryggingar, ið skattgjaldari hevur vegna inntøkugevandi arbeiði í útlondum ella umborð á útlendskum skipum, tó ikki inntøkur fevndar av § 25 b, stk. 1. “
4) § 33, nr. 13 verður orðað soleiðis:
“13) 30% av skattskyldugari inntøku fyri arbeiði uttanlands, tó í mesta lagi við kr. 120.000, um inntøkan er fevnd av § 25 b, stk. 1.”
5) § 33, nr. 17 verður orðað soleiðis:
“17) 14% av veiðiinntøkuni og annað mangt, gjørt upp eftir § 25 a, stk. 3-6, tó ikki veiðuinntøka, sum eisini er fevnd av § 25b, stk. 1. Tann parturin av inntøkuni frá fiskiskapi, sum er hægri enn 470.000 kr., verður ikki lækkaður.”
6) Aftaná § 154a verður sett:
“§ 154 b. Tá tvískatting verður avtikin, verður avgjald, sum goldið til eitt annað land enn Føroyar og sum fevnt av norðurlendsku konventiónini um sosiala trygd, talt við sum ein skattur, goldin í Norðurlondum.”
§ 2
Stk. 1. § 1, nr. 2 og 6 koma í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2012, meðan § 1, nr. 1, 3, 4 og 5 koma í gildi 1. januar 2013.
Stk. 2. Fyri inntøkuárið 2012 verður frádrátturin eftir § 33, nr. 12 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt eisini veittur inntøkum, sum eru fevndar av § 25b í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
Tórshavn, 20. desember 2012
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 34/2012