6. oktober 2011Nr. 142
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a., sum broytt við løgtingslóg nr. 159 frá 16. desember 2011
(Mótrokning millum hjún)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 26. mai 2010, verður gjørd henda broyting:
§19, stk 1 verður orðað soleiðis:
“§ 19. Viðbótin til fólkapensjón verður lækkað við 60 % av inntøkugrundarlagnum sambært § 20.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2013.
Tórshavn, 6. oktober 2011
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 75/2011
1) Broytt við løgtingslóg nr. 159 frá 16. desember 2011.