Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. desember 2019Nr. 142
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
(Lættari atgongd hjá fyritíðarpensjónistum at flyta millum Føroyar, Danmark og Grønland)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 66 frá 30. apríl 2018, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 3, stk. 4 verður strikað.
2. Aftan á § 3, men áðrenn yvirskriftina yvir § 4, verður sett:
“Flyting av fyritíðarpensjón millum Føroyar, Danmark og Grønland
§ 3 a. Um ein borgari, ið hevur fingið tillutað fyritíðarpensjón eftir hesi løgtingslóg, flytir til Danmarkar ella Grønlands, hevur føroyski myndugleikin skyldu til í seinasta lagi 1 mánað aftan á áheitan at veita nøktandi upplýsingar til viðgerð av umsókn um fyritíðarpensjón í landinum, sum viðkomandi flytur til.
Stk. 2. Føroyski myndugleikin rindar kostnaðin av umseting av neyðugum skjølum.
Stk. 3. Tá føroyski myndugleikin gerst kunnugur við, at fyritíðarpensjónistur flytur til Danmarkar ella til Grønlands, skal myndugleikin seta seg í samband við viðkomandi myndugleikar í Danmark ella í Grønlandi við tí fyri eyga at byrja eitt mál um fyritíðarpensjón í landinum, sum flutt verður til.
Stk. 4. Flytur ein borgari, ið hevur fingið tillutað fyritíðarpensjón í Danmark ella í Grønlandi, til Føroya, heita føroysku myndugleikarnir á viðkomandi myndugleikar í Danmark ella Grønlandi um at fáa til vega nøktandi upplýsingar.
§ 3 b. Um ein borgari, ið hevur fingið tillutað fyritíðarpensjón eftir hesi løgtingslóg, flytur til Danmarkar ella Grønlands, kann viðkomandi varðveita sína fyritíðarpensjón í upp til 12 mánaðir, hóast búsitandi í Danmark ella Grønlandi.
Stk. 2. Rætturin til fyritíðarpensjón sambært stk. 1 fevnir um fyritíðarpensjón og tær veitingar, ið viðkomandi í tí sambandi hevur rætt til sambært hesi løgtingslóg.
Stk. 3. 12 mánaða tíðarskeiðið sambært stk. 1 verður roknað at byrja frá 1. í mánaðinum eftir, at borgarin er fluttur.
Stk. 4. Tillutaða fyritíðarpensjónin skal ikki endurmetast ella broytast í tíðarskeiðinum nevnt í stk. 1.
Stk. 5. Flytur ein borgari, ið hevur fingið tillutað fyritíðarpensjón sambært hesi løgtingslóg, til Danmarkar ella Grønlands, skal viðkomandi søkja um fyritíðarpensjón ella aðra almannaveiting til uppihalds hjá avvarðandi myndugleikum í landinum, sum flutt verður til.
Stk. 6. Um ein fluttur fyritíðarpensjónistur fær tillutaða fyritíðarpensjón ella aðra almannaveiting til uppihalds í Danmark ella Grønlandi innan teir fyrstu 12 mánaðirnar, fellur føroyska fyritíðarpensjónin burtur. Føroyska fyritíðarpensjónin fellur burtur, tá fyritíðarpensjón ella onnur almannaveiting til uppihalds í Danmark ella í Grønlandi tekur við.
§ 3 c. Um ein borgari, ið hevur fingið tillutað fyritíðarpensjón í Danmark sambært lov om social pension ella hægstu fyritíðarpensjón í Grønlandi, flytur til Føroyar, fær viðkomandi sjálvvirkandi tillutað hægstu fyritíðarpensjón sambært hesi løgtingslóg.
Stk. 2. Sjálvvirkandi tillutan av fyritíðarpensjón sambært stk. 1 er treytað av, at viðkomandi persónur lýkur treytirnar í kapittul 3 og 5 í hesi løgtingslóg.
Stk. 3. Fyritíðarpensjón sambært stk. 1 verður játtað sambært reglunum í § 32.
Stk. 4. Um ein borgari, ið hevur fingið tillutað lægstu ella miðal fyritíðarpensjón úr Grønlandi, flytur til Føroyar, verður umsókn um fyritíðarpensjón viðgjørd sambært hesi løgtingslóg.”
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2020.
Stk. 2. § 1 er ikki galdandi fyri persónar, ið eru fevndir av § 3, stk. 4, tá lógin kemur í gildi.
Í Tinganesi, 13. desember 2019
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 9/2019