Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. desember 2005Nr. 142
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin) og løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, við seinni broytingum, verður gjørd henda broyting:
1. § 1, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Vísandi til § 54 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum, verður skattur teirra, ið nevnd eru í § 1, nr. 1-6 og § 2, stk. 1, litra d, e, og f í somu lóg, til landskassan ásettur soleiðis:
Er inntøkan minni enn kr. 26.000,- verður latið 0%.
|
Er inntøkan kr. |
men minni enn kr. |
verður latið kr. |
av |
og av restini % |
|
26.000 |
70.000 |
0 |
26.000 |
7,0% |
|
70.000 |
120.000 |
3.080 |
70.000 |
18,0% |
|
120.000 |
205.000 |
12.080 |
120.000 |
22,0% |
|
205.000 |
|
30.780 |
205.000 |
34,0%” |
§ 2
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, við seinni broytingum, verður gjørd henda broyting:
“§ 46, stk. 1 verður orðað soleiðis: Kommunuskatturin verður álíknaður av somu skattskyldugu inntøku, sum nýtt verður, tá landsskatturin verður álíknaður. Frá 1. januar 2006 verður tó eingin kommunuskattur álíknaður skattskyldugu inntøkuni frá 0-26.000 kr.”
§ 3
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006.
Tórshavn, 15. desember 2005
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Bárður Nielsen (sign.)
Lm. nr. 36/2005