Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. desember 2013Nr. 142
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 63 frá 15. mai 2012 um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum broytt við løgtingslóg nr. 142 frá 20. desember 2012, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 4, stk. 1, § 12, stk. 3, § 15, stk. 1, § 18, § 23, stk. 2, § 24, stk. 4, § 25, stk. 5, § 28, stk. 1 og 2, § 29, stk. 1 og 2, tvær staðni í § 30, stk. 2, § 30, stk. 4, § 31, stk. 1, 2, 3 og 4, § 32, stk. 2 og § 35 verður “Almannastovan” broytt til: “Almannaverkið”.
2. Í § 14, stk. 2 og § 15, stk. 1 verður “Almannastovuna” broytt til: “Almannaverkið”.
3. Í § 22, stk. 5 verður orðið “fyriskipanini” strikað.
4. § 23, stk. 4 verður strikað.
Stk. 5 og 6 verða eftir hetta stk. 4 og 5.
5. Í § 26, stk. 3, § 30, stk. 3 og § 32, stk. 1 verður “Almannastovuni” broytt til: “Almannaverkinum”.
6. Í § 30, stk. 3 verður “Almannastovuna” broytt til: “Almannaverkinum”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 18. desember 2013
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 39/2013