18. desember 2015Nr. 142
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum
(Endurrindan av burturbeiningargjaldi fyri útflutt motorakfør)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 33 frá 19. mai 2008 um avgjøld við skráseting av motorakførum, sum broytt við løgtingslóg nr. 12 frá 26. februar 2010, løgtingslóg nr. 160 frá 20. desember 2013 og løgtingslóg nr. 57 frá 18. mai 2015, verður í § 20, stk. 1, “og burturbeiningargjald” strikað.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 18. mai 2015.
Í Tinganesi, 18. desember 2015
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 40/2015