Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. desember 2012Nr. 142
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 63 frá 15. mai 2012 um arbeiðsfremjandi tiltøk verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 12, stk. 1, nr. 3 verður “75%” broytt til: “85%”.
2) Í § 12, stk. 1, nr. 4 verður “50%” broytt til: “60%”.
3) § 12, stk. 4 verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Um persónur vegna djúptøknar sálarligar trupulleikar, samansettar (kompleksar) sosialar trupulleikar ella vegna kropsligt brek má hava bústað av ávísum slagi og harvið hægri bústaðarútreiðslur, kann eitt bústaðarískoyti latast til hesar útreiðslur umframt veitingina sambært stk. 1. Persónur, sum fær veiting eftir § 18, stk. 1 í forsorgarlógini, tá henda lóg kemur í gildi, og er bundin av høgum bústaðarútreiðslum, kann fáa ískoytisupphædd umframt veiting sambært stk. 1 í førum, har tað verður mett neyðugt.”
4) Í § 12 verður aftaná stk. 4 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur um veitan av ískoytisupphædd sambært stk. 3 og 4.”
Stk. 5–9 verða hereftir stk. 6–10.
5) Í § 12, stk. 6, sum verður stk. 7, verður “stk. 5” broytt til: “stk. 6”.
6) Í § 12, stk. 9, sum verður stk. 10, verður “stk. 8” broytt til: “stk. 9”.
7) Í § 37 verða sum stk. 3 og 4 sett:
“Stk. 3. Tey, sum hava fingið játtað endurbúgving, áðrenn hendan lóg kemur í gildi, fáa hóast ásetingarnar í § 13, stk. 2 stuðulsveiting restina av játtanartíðarskeiðnum. Veitingin verður veitt eftir reglunum í § 12.
Stk. 4. Sáttmálar við arbeiðsgevarar um læru- og arbeiðsuppvenjing, sum eru gjørdir eftir § 18 í forsorgarlógini, áðrenn hendan lóg kemur í gildi, halda áfram við óbroyttum treytum restina av sáttmálatíðarskeiðnum.”
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2013.
Stk. 2. Í § 1, nr. 3 verður § 12, stk. 4, 2. pkt. sett úr gildi 1. juli 2013.
Tórshavn, 20. desember 2012
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 68/2012