Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
4. november 2021Nr. 143
Løgtingslóg um fíggjarligan stuðul til nýggjan uttara ringveg í Tórshavn
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at veita fíggjarligan stuðul til nýggjan uttara ringveg í Tórshavn.
Stk. 2. Løgtingslógin fevnir um vegastrekkið frá rundkoyringini oman fyri Sandvíkarhjalla til Klingruna, frá Klingruni til Villingardalsvegin, frá Villingardalsvegnum umvegis ein tunnil til Hotel Føroyar og frá Hotel Føroyum til Marknagilsvegin.
Stk. 3. Fíggjarligi stuðulin til verkætlanina kann í mesta lagi vera 110 mió. kr. Stuðulin verður veittur yvir 5 ár.
Stk. 4. Stuðulin verður veittur árliga treytað av, at arbeiðið við ringvegnum verður framt í sama mun, sum stuðul verður goldin út.
Stk. 5. Nýggi ringvegurin skal lúka galdandi krøv til ferðslutrygd og vera atkomuligur fyri ferðslu til og úr meginøkinum, uttan so, at vegarbeiði og tílíkt verður gjørt.
Stk. 6. Nýggi ringvegurin skal vera uttan forðingar sum ferðslubungur og tílíkt, soleiðis at hámarksferðin kann haldast, og ferðslan tarnast minst møguligt.
Stk. 7. Nýggjar íbindingar í ringvegin kunnu bert gerast til ferðsluvegir, og ikki til atkomu til bygningar og líknandi. Er neyðugt at gera nýggja íbinding til annað enn ein ferðsluveg, skal fyriskipast soleiðis, at hámarksferðin kann haldast, og ferðslan tarnast minst møguligt.
Stk. 8. Útgoldin stuðul kann verða kravdur afturgoldin, um treytirnar í stk. 4-7 ikki verða hildnar.
§ 2. Landsstýrismanninum verður heimilað uttan viðurlag at avhenda til Tórshavnar kommunu tað verklagsarbeiði, allar forkanningar og annað tilfar, ið Landsverk hevur framleitt í sambandi við hesa verkætlanina.
§ 3. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 1. januar 2028.
Í Tinganesi, 4. november 2021
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 6/2021