Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. oktober 2020Nr. 143
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 10 frá 31. januar 2022
(COVID-19, dagpeningur vegna sóttarhald, dagpeningur til fólkapensjonistar, endurgjald til arbeiðsgevara, víðkaður rættur til sjálvstøðug vinnurekandi o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 130 frá 14. august 2020, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Aftan á § 2, men áðrenn yvirskriftina yvir § 3, verður sett:
“§ 2 a. Dagpeningur verður veittur persóni, sum er settur í sóttarhald av heilsumyndugleikunum, ella sum heilsumyndugleikarnir hava mælt til at fara í sóttarhald orsakað av COVID-19.
Stk. 2. Hóast ásetingina í § 4 kann persónur, sum hevur fingið tillutað fólkapensjón ella er fyltur 70 ár, og sum hevur fingið staðfest COVID-19, av heilsumyndugleikunum er settur í sóttarhald, ella sum heilsumyndugleikarnir hava mælt til at fara í sóttarhald orsakað av COVID-19, fáa dagpening.
Stk. 3. Dagpeningaupphæddin sbrt. stk. 2 verður roknað eftir § 8, stk. 1-3 og § 9, stk. 1 og 3, tó í mesta lagi 500 kr. um dagin, íroknað frítíðarløn.
Stk. 4. Eftirlønargjald verður ikki lagt aftrat dagpeningi sbrt. stk. 2.
Afturrindanarskipan fyri privatar arbeiðsgevarar
§ 2 b. Hóast § 2, stk. 3 og § 3, stk. 1 kann privatur arbeiðsgevari fáa afturrindaðar tær lønarútreiðslur, ið standast av, at starvsfólk, sum hevur rætt til løn undir sjúku, men annars lýkur vanligu treytirnar í hesi løgtingslógini, hevur fingið staðfest COVID-19, av heilsumyndugleikunum er sett í sóttarhald, ella heilsumyndugleikarnir hava mælt til at fara í sóttarhald orsakað av COVID-19.
Stk. 2. Hóast ásetingina í § 4, er persónur, sum hevur fingið tillutað fólkapensjón ella er fyltur 70 ár, fevndur av ásetingini í stk. 1.
Stk. 3. Upphæddin, sum verður afturrindað sbrt. stk. 1, verður roknað eftir § 8, stk. 1-3. Afturgjaldið er í mesta lagi tann upphædd, sum starvsfólkið vildi havt rætt til sbrt. § 9, um viðkomandi leyk treytirnar um rætt til dagpening eftir hesi løgtingslóg. Hjá mánaðarløntum kann arbeiðsgevari nýta seinast útgoldnu mánaðarlønina sum inntøkugrundarlag sbrt. § 8, stk. 1.
Stk. 4. Upphæddin, sum verður afturrindað sbrt. stk. 2, verður roknað eftir § 8, stk. 1-3. Afturgjaldið er í mesta lagi 500 kr. um dagin, íroknað frítíðarløn.
Stk. 5. Afturgjaldið sbrt. stk. 2 fevnir ikki um eftirlønargjald.
Stk. 6. Afturrindan sbrt. stk. 1 og 2 fevnir ikki um starvsfólk, sum heilt ella lutvíst kunnu røkja arbeiðið heimanífrá.”
2. Aftan á § 10 verður í kapittul 5 sett:
“§ 10 a. Verður umsókn um afturrindan sbrt. § 2 b móttikin á Almannaverkinum í seinasta lagi 90. dagin aftaná 1. fráverudag, kann afturrindan játtast frá og við 1. fráverudegi.
Stk. 2. Verður umsóknin móttikin á Almannaverkinum seinni enn ásett í stk. 1, kann afturrindan bert játtast frá móttøkudegnum.”
3. Aftan á § 17, men áðrenn yvirskriftina yvir § 18, verður sett:
“§ 17 a. Um frávera er orsakað av viðurskiftum, sum viðvíkja COVID-19, sbr. § 2 a, stk. 1, fær persónur, hóast §§ 16 og 17, stk. 1, rætt til dagpening dagin eftir, at umsókn um upptøku í sjálvbodnu tryggingina er latin inn.”
3. Aftan á § 20 verður sett:
“§ 20 a. Dagpeningur veittur sbrt. §§ 2 a og 2 b er undantikin kravinum um afturrindan sbrt. § 20, stk. 2.”
4. Aftan á § 23 a verður sett:
“§ 23 b. Við staðfesting av COVID-19 ella við óarbeiðsføri sbrt. §§ 2 a og 2 b er váttan frá arbeiðsgevara javnsett við læknaváttan. Í førum, har Almannaverkið metir tað neyðugt, kann læknaváttan krevjast.”
§ 2
Stk. 1. 1) 2) Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. september 2020 og fer úr gildi 16. februar 2022.
Stk. 2. Umsóknir sbrt. hesi løgtingslóg, sum eru fyri tíðarskeiðið frá 1. september 2020 til hendan løgtingslóg fer úr gildi, men sum ikki eru Almannaverkinum í hendi ella ikki eru liðugt viðgjørdar, áðrenn løgtingslógin fer úr gildi, verða viðgjørdar sbrt. reglunum í hesi løgtingslóg.
Í Tinganesi, 9. oktober 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 15/2020