13. desember 2019Nr. 143
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
(Lækking av mótrokning)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 66 frá 30. apríl 2018, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 18, stk. 2 verður strikað.
Stk. 3 og 4 verða eftir hetta stk. 2 og 3.
2. § 19, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Viðbótin til fólkapensjón verður lækkað við 20% av inntøkugrundarlagnum sambært § 20.”
3. § 19, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Grundupphæddin til fólkapensjón verður lækkað við 20% av inntøkugrundarlagnum sambært § 20 hjá persóni, ið er føddur aftaná 31. desember 1952. Lækking av viðbót verður gjørd í framhaldi av lækkingini av grundupphæddini við 25%.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað fyri útgjalding av veitingum frá og við januar 2020.
Í Tinganesi, 13. desember 2019
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 10/2019