Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. desember 2023Nr. 143
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um revsing (Revsilógin)
(Um kynsliga avnoyðslu og lokking)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 215 frá 24. juni 1939 um revsing (Revsilógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 131 frá 6. desember 2023, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 94, stk. 4 verður “ella á § 232” broytt til: “ella á §§ 229 og 232”
2. § 225 verður orðað soleiðis:
“§ 225. Ásetingarnar í §§ 216-224 eru eisini galdandi fyri aðrar kynsligar gerðir enn samlegu. Ásetingarnar eru somuleiðis galdandi, tá ið gerningsmaðurin fær órættaða til at fremja kynsligar gerðir á seg sjálvan.”
3. Í § 228 verður “ella § 227, stk. 1” broytt til: “, § 227, stk. 1 ella § 229”.
4. Aftan á § 228, men áðrenn yvirskriftina yvir § 232, verður sett:
“§ 229. Fyri lokking verður tann revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár, sum miðvíst ella við snildum og við at misnýta sína yvirvág í aldri og royndum byggir upp eitt samband til ein persón undir 18 ár við ætlan um at fremja kynsligt brotsverk móti viðkomandi.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2024.
Í Tinganesi, 15. desember 2023
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 45/2023