18. desember 2013Nr. 143
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um havnaloðsing
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 21 frá 16. mars 2012 um havnaloðsing verður í § 20 sum stk. 3 sett:
“Stk. 3. Persónar, fevndir av stk. 2, ið umframt skipsføraraútbúgving hava fingið vinnubræv sum skipari við fiskiskipi, skulu lúka krøvini, ásett í stk. 2, tó undantikið krøvini í § 9, stk. 2, nr. 1 og 2.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2014.
Tórshavn, 18. desember 2013
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 36/2013