18. desember 2015Nr. 143
Løgtingslóg um tollsatsir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 7. mai 2019
(Toll- og vøruskráin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Tollsatsir og tarifering fyri innflutning og útflutning eru sum ásett í skjali 1, Toll- og vøruskráin.
§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016.
Í Tinganesi, 18. desember 2015
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 44/2015
Skjal 1
Toll– og vøruskráin
1) Toll- og vøruskráin verður ikki samanskrivað og løgd út á logir.fo. Skráin eru at finna í Kunngerðablaðnum, sí vinstra bredda á logir.fo, og á heimasíðuni hjá TAKS.
Toll- og vøruskráin er:
1) Broytt við løgtingslóg nr. 33. frá 15. apríl 2016.
2) Broytt við løgtingslóg nr. 41 frá 10. apríl 2017.
3) Broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 15. mars 2018.
4) Broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 7. mai 2019.