20. desember 2012Nr. 143
Løgtingslóg um broyting løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(Skattalógin)
(Tilfeingis- og loyvisskattur)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 82 frá 7. juni 2012, verður gjørd henda broyting:
1) Í § 30 b, stk. 7 verður “2011 og 2012” broytt til: “2011, 2012 og 2013”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2013.
Tórshavn, 20. desember 2012
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 63/2012