13. desember 2019Nr. 144
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin)
(Skattafrádráttur á kr. 6.000 um árið til fólkapensjónistar)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti (Ásetingarlógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 181 frá 21. desember 2018, verður § 3, stk. 4 orðað soleiðis:
“Stk. 4. Hvør persónur, sum fær fólkapensjón, sambært lóg um almannapensjónir o.a., fær í útroknaða landsskattinum ein landsskattafrádrátt og í útroknaða kommunuskattinum ein kommunuskattafrádrátt. Í 2020 er landsskattafrádrátturin upp til 1.500 kr. um árið, og kommunuskattafrádrátturin er upp til 1.500 kr. um árið. Í 2021 og fylgjandi ár er landsskattafrádrátturin upp til 3.000 kr. um árið, og kommunuskattafrádrátturin er upp til 3.000 kr. um árið.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2020.
Í Tinganesi, 13. desember 2019
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 20/2019