20. desember 2012Nr. 144
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av rentutryggingum v.m.
(Hámarksupphæddir í 2013)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 51 frá 29. desember 1971 um skatt av rentutryggingum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 177 frá 29. desember 2011, verður § 11 c. orðað soleiðis:
“§ 11 c. Hámarkið fyri loyvdum árligum inngjaldi á kapitaleftirlønartrygging/ kapitaleftirlønarsamansparing verður fyri árið 2012 og 2013 ásett til 25.000 kr. brutto.
Stk. 2. Hámarkið fyri loyvdum árligum inngjaldi til lutaeftirlønarskipanir sbrt. § 1 D verður fyri árið 2012 og 2013 ásett til 100.000 kr. brutto.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2013.
Tórshavn, 20. desember 2012
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 64/2012