Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. desember 2019Nr. 145
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
(Hækking av grundupphædd og lækking av frádráttarfríari inntøkuupphædd)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 30. apríl 2018, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2, 2. pkt. verður “– grundupphædd – fødd aftaná 31. desember 1952,” strikað.
2. Í § 3, nr. 1, 2. rað um grundupphædd til fólkapensjón – støk, verður “2016” broytt til: “2020” og “43.068,00” broytt til: “46.548,00”.
3. Í § 3, nr. 1, 3. rað um grundupphædd til fólkapensjón – gift hvør, verður “2016” broytt til: “2020” og “32.796,00” broytt til: “36.276,00”.
4. Í § 3, nr. 1, 2. rað um grundupphædd til fólkapensjón – støk, verður “2020” broytt til: “2021” og “46.548,00” broytt til: 50.028,00”.
5. Í § 3, nr. 1, 3. rað um grundupphædd til fólkapensjón – gift hvør, verður “2020” broytt til: “2021” og “36.276,00” broytt til: “39.756,00”.
6. § 3, nr. 1, 20. rað verður orðað soleiðis:
“
|
Frádráttarfrí inntøkuupphædd fyri fólkapensjónistar |
2020 |
45.000,00 |
”
7. § 3, nr. 1, 21. rað verður strikað.
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað fyri útgjalding av veitingum frá og við januar 2020.
Stk. 2. Tó koma § 1, nr. 4 og 5 í gildi 1. desember 2020 og hava virknað fyri útgjalding av veitingum frá og við januar 2021.
Í Tinganesi, 13. desember 2019
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 11/2019