20. desember 2012Nr. 145
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum (Rentustuðulslógin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 148 frá 30. desember 1996 um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 33 frá 27. apríl 2012, verður henda broyting gjørd:
§ 6, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Rentustuðulin sambært § 5, verður býttur millum land og kommunu, sum niðanfyri tilskilað:
| Ár | Landið | Kommunan |
| 2009 | 27% | 13% |
| 2010 | 26% | 13% |
| 2011 | 25% | 13% |
| 2012 | 24% | 13% |
| 2013 | 20,5% | 15,5% |
| 2014 og seinni | 19,5% | 15,5%” |
| | | |
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2013.
Tórshavn, 20. desember 2012
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 38/2012