Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. desember 2019Nr. 146
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)
(Frádráttur til lærlingar á 50.000 kr. árliga)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 191 frá 21. desember 2018, verður í § 33, stk. 1 sum nr. 19 sett:
“19) upp til kr. 50.000 árliga av skattskyldugari inntøku hjá lærlingum. Sum lærlingur er at meta persónur, ið er fevndur av einum galdandi lærusáttmála. Talan skal vera um lærusáttmála, ið er góðkendur av Yrkisdeplinum, ella um lærusáttmála, har úbúgvingin er skipað og lønt sambært sáttmála millum fakfelag og arbeiðsgevara á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Persónur, ið er í starvsvenjing sum partur av útbúgving síni, er ikki at meta sum lærlingur. Fevnir lærutíðin einans um ein part av inntøkuárinum, verður frádrátturin fyri inntøkuárið veittur lutfalsliga, har dagatalið sum lærlingur verður sett í mun til dagatalið í árinum. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur fyri umsókn, váttan, tíðarfreistir og annað, og í hesum sambandi eisini reglur um, at neyðugar upplýsingar og skjøl skulu latast umvegis talgildu sjálvgreiðslurnar hjá TAKS.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2020.
Í Tinganesi, 13. desember 2019
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 12/2019