Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. desember 2012Nr. 146
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av rentutryggingum v.m.
(Serskipan tá arbeiðsgevari og eftirlønarveitari eru útlendskir)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 51 frá 29. desember 1971 um skatt av rentutryggingum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 177 frá 29. desember 2011, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 6 B verður sum stk. 6 sett:
“Stk. 6. Av eftirlønarinngjaldi, inngoldið eftir 31. desember 2012, til útlendskan eftirlønarveitara av inntøku, vunnin uttanlands fyri ein arbeiðsgevara við heimstaði uttanlands, umframt av muninum millum saldu á kapitaleftirlønarkontu 31. desember 2012 og saldu útgjaldsdagin, verður rindað avgjald á 45 prosent, tá kapitalútgjald fer fram. Er kapitaleftirlønarsaldan útgjaldsdagin tann sama ella lægri enn saldan pr. 31. desember 2012, verður rindað avgjald á 35 prosent. Kann eftirlønarveitari vátta, at onki er inngoldið eftir 31. desember 2012, verður avgjaldið 35 prosent av salduni útgjaldsdagin.”
2) Í § 11 a. verða sum stk. 5, 6 og 7 sett:
"Stk. 5. Ásetingarnar í stk. 1-4 eru ikki galdandi fyri eftirløn, sum er innvunnin fyri arbeiði uttanlands í starvi hjá arbeiðsgevara við heimstaði uttanlands og goldin til útlendskan eftirlønarveitara.
Stk. 6. Tað verður álagt eftirlønarsaman-sparara, ið rindar til eftirløn sambært stk. 5, at senda TAKS eftirlønaruppgerð fyri árið 2012. Er uppgerð ikki latin TAKS í seinasta lagi 1. oktober 2013, kann sekt á 5.000 kr. áleggjast. Er eftirlønaruppgerð ikki latin TAKS, tá eftirlønarkapitalútgjald fer fram, ger TAKS eina meting av avgjaldsupphæddini, ið skal rindast sambært § 6 B, stk. 6.
Stk. 7. Hóast undantikin sambært stk. 5, kann persónur sjálvboðin koma undir ásetingarnar í stk. 1-4, treytað av at eftirlønin verður flutt umvegis afturhaldsskipanina hjá TAKS, og at greiður skilnaður er millum óskattað og skattað eftirlønarinngjøld.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi framløgudagin, og hevur virknað frá 1. juli 2012.
Tórshavn, 20. desember 2012
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 52/2012