Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. desember 2012Nr. 147
Løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om offentlig forsorg
(Forsorgarlógin)
(Fylgibroytingar til lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í lovbekendtgørelse nr. 100 af 2. marts 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 15. mai 2012, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 9, stk. 2, nr. 3 verður “65%” broytt til: “75%”.
2) Í § 9, stk. 2, nr. 4 verður “40%” broytt til: “50%”.
3) § 9, stk. 5 verður orðað soleiðis:
“Stk. 5. Um persónur vegna djúptøknar sálarligar trupulleikar, samansettar (kompleksar) sosialar trupulleikar ella vegna kropsligt brek má hava bústað av ávísum slagi og harvið hægri bústaðarútreiðslur, kann eitt bústaðarískoyti latast til hesar útreiðslur umframt veitingina sambært stk. 2. Persónur, sum fær veiting eftir § 9 ella § 13, tá henda lóg kemur í gildi, og er bundin av høgum bústaðarútreiðslum, kann fáa ískoytisupphædd umframt veiting sambært § 9 ella § 13 í førum, har tað verður mett neyðugt.”
4) Í § 9 verður aftaná stk. 5 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur um veitan av ískoytisupphædd sambært stk. 4 og 5.”
Stk. 6 verður eftir hetta stk. 7.
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2013.
Stk. 2. Í § 1, nr. 3 verður § 9, stk. 5, 2. pkt. sett úr gildi 1. juli 2013.
Tórshavn, 20. desember 2012
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 67/2012