Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. desember 2024Nr. 147
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya
(Uppseting í fíggjarlóg, serinntøkur, mørk fyri tilfeingisinntøkur, útgjald av íløgurøktini, møguleiki at rinda lánsbrøv, áseting um trygd og umsitingarligar rættingar)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 82 frá 7. juni 2011 um Búskapargrunn Føroya, sum broytt við løgtingslóg nr. 170 frá 23. desember 2011, løgtingslóg nr. 131 frá 20. desember 2016 og løgtingslóg nr. 46 frá 30. apríl 2018, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 2 verður orðað soleiðis:
“§ 2. Inntøkur grunsins verða settar til síðis í fíggjarlógini og fluttar í grunnin undir ávikavist RLÚ I og RLÚ II.
Stk. 2. Inntøkur grunsins eru:
1) 20% av uppgjørda RLÚ I úrslitinum upp til 200 mió. kr. í avlopi, og 50% av RLÚ I úrslitinum omanfyri 200 mió. kr. í avlopi.
2) Inntøkur frá sølu av partabrøvum hjá landinum, tó ikki partabrøv, sum eru partur av gjaldførinum hjá landinum.
3) Inntøkur frá sølu av almennum virksemi.
4) Serlig útluting.
5) Flyting frá fíggjarlógini.
6) Inntøkur frá íløgurøkt grunsins.
7) Tilfeingisinntøkur frá fiskivinnuni.
8) Tilfeingisinntøkur frá alivinnuni.
9) Tilfeingisinntøkur frá kolvetnisvirksemi.
Stk. 3. Tilfeingisinntøkur frá alivinnuni sbrt. stk. 2, nr. 8 fevna um tøkugjøld og eyka skatt á alivinnuna.
Stk. 4. Tilfeingisinntøkur frá fiskivinnuni og alivinnuni verða bert fluttar í grunnin við tí upphædd, sum er oman fyri ásett mark í einstaka fíggjarárinum. Fyri fiskivinnuna er markið 350 mió. kr. Fyri alivinnuna er markið 250 mió. kr.”
2. § 3 verður orðað soleiðis:
“§ 3. Úr grunninum verða gjøld flutt landskassanum sbrt. stk. 2-5.
Stk. 2. Av tilfeingisinntøkum grunsins frá fiskivinnuni sbrt. § 2, stk. 2, nr. 7, sbr. § 2, stk. 4, verða inntøkurnar í fíggjarárinum fluttar landskassanum yvir sjey fylgjandi ár í eins stórum pørtum, fyrstu ferð í fíggjarárinum.
Stk. 3. Av tilfeingisinntøkum grunsins frá alivinnuni sbrt. § 2, stk. 2, nr. 8, sbr. § 2, stk. 4, verða inntøkurnar í fíggjarárinum fluttar landskassanum yvir sjey fylgjandi ár í eins stórum pørtum, fyrstu ferð í fíggjarárinum.
Stk. 4. Inntøkur grunsins av íløgurøktini verða fluttar landskassanum eftir hesum treytum:
1) Støðisfæ grunsins, t.e. ogn grunsins frádrigin tilfeingisinntøkur frá fiskivinnuni og alivinnuni, sum enn ikki eru fluttar landskassanum, skal vera í minsta lagi 10% av BTÚ undanfarna ár.
2) Miðal úrslitið av íløgurøktini fimm tey seinastu árini undan fíggjarárinum, um tað samanlagt gevur avlop, verður flutt landskassanum.
Stk. 5. Tá ið lánsbrøv hjá landinum falla til gjaldingar, kunnu tey verða rindað av uppspardum peningi í Búskapargrunninum, um støðisfæið í grunninum í minsta lagi er 10% av BTÚ, eftir at lánsbrøvini eru rindað.
Stk. 6. Grunnurin letur ikki landskassanum onnur gjøld ella skatt.”
3. § 4 verður orðað soleiðis:
“§ 4. Ogn grunsins skal verða sett í virðisbrøv á fíggjarmarknaðinum eftir almennum leiðreglum um størst møguligan vinning við atliti at spjaðing av váða.”
4. § 5 verður orðað soleiðis:
“§ 5. Grunnurin er ogn landskassans. Landsbanki Føroya umsitur grunnin. Landskassin rindar fyri umsiting av grunninum.
Stk. 2. Nevndin í Landsbanka Føroya ásetir nærri reglur um røkt av fæi grunsins og ger leiðreglur um íløguvirksemið. Reglurnar skulu vera almennar og skulu verða góðkendar av landsstýrisfólkinum.
Stk. 3. Grunnurin hevur sum internur grunnur sjálvstøðugan roknskap og fíggjarstøðu í landsroknskapinum. Partur grunsins av gjaldførinum hjá landinum skal verða vístur fyri seg í fíggjarstøðuni í landsroknskapinum.”
5. Í § 5 a verður stk. 1 strikað.
Stk. 2 verður eftir hetta stk. 1.
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Løgtingslógin fær virknað fyri fíggjarlógina og landsroknskapin fyri alt fíggjarárið 2024.
Í Tinganesi, 20. desember 2024
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 12/2024