13. desember 2019Nr. 148
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin)
(Leingjan av tíðarskeiðnum fyri endurrindan av meirvirðisgjaldi fyri keyp og uppsetan av elriknum hitapumpuskipanum)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 57 frá 7. mai 2019, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 3 d, stk. 3 verður nr. 3 orðað soleiðis:
“3) samlaðu útreiðslurnar verða hildnar í seinasta lagi 31. desember 2020,”
2. Í § 3 d, stk. 3 verður nr. 4 orðað soleiðis:
“4) góðkend umsókn um endurrindan av meirvirðisgjaldi vera TAKS í hendi í seinasta lagi 31. mars 2021 og”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin 1. januar 2020.
Í Tinganesi, 13. desember 2019
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 19/2019