Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. desember 2019Nr. 149
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018 og 2019
(Leingjan av heimild at taka veiðigjald og lækkað veiðigjald fyri norðhavssild)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 172 frá 20. desember 2017 um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018 og 2019, sum broytt við løgtingslóg nr. 179 frá 21. desember 2018, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Heitið á løgtingslógini verður orðað soleiðis:
“Løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018, 2019 og 2020”
2. § 1, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Rættindahavari, sum veiðir av rættindum, Føroyar ráða yvir, skal rinda eitt veiðigjald, sum verður lagt á hvørt fiskað kilo í rundari vekt av makreli, norðhavssild og svartkjafti, sum fiskifarið fiskar við fiskiloyvi til makrel, norðhavssild ella svartkjaft í 2018, 2019 og 2020, tó undantikið kvotu, sum er keypt á uppboðssølu.”
3. Í § 1, stk. 2, nr. 2 verður “0,75 kr.” broytt til: “0,50 kr.”
4. § 2 verður orðað soleiðis:
“§ 2. Veiðigjaldið, sambært § 1, er ikki galdandi fyri eigarar av fiskiførum á føroysku landleiðunum, sambært §§ 18 og 19 í løgtingslóg um sjófeingi.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2020.
Í Tinganesi, 13. desember 2019
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 17/2019