Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. desember 2023Nr. 149
Løgtingslóg um broyting í ymsum løgtingslógum vegna nýggja rættargangslóg fyri Føroyar
(Strika tilvísingar til løgreglumál og politimál o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 1 frá 3. januar 1950 um statistikk verður § 2, 2. pkt. strikað, og danski tvíteksturin í lógini verður strikaður.
§ 2
Í løgtingslóg nr. 53 frá 27. november 1952 um viðarlundir, sum broytt við løgtingslóg nr. 186 frá 7. juni 1958, løgtingslóg nr. 58 frá 22. august 1975 og § 5 í løgtingslóg nr. 110 frá 29. juni 1995, verður § 6, stk. 3 strikað, og danski tvíteksturin í lógini verður strikaður.
§ 3
Í løgtingslóg nr. 29 frá 26. november 1953 um tekniskar innleggingar, sum broytt við lov nr. 186 frá 7. juni 1958 og § 16 í løgtingslóg nr. 142 frá 10. juni 1993, verður § 8, stk. 2 strikað, og stk. 3 verður eftir hetta stk. 2, og danski tvíteksturin í lógini verður strikaður.
§ 4
Í løgtingslóg nr. 42 frá 17. juli 1959 um flaggið, sum broytt við løgtingslóg nr. 109 frá 29. desember 1998, verður § 9, stk. 3 strikað.
§ 5
Í løgtingslóg nr. 9 frá 5. mars 1970 um skráseting av skipum, sum broytt við løgtingslóg nr. 79 frá 10. mars 1992, løgtingslóg nr. 75 frá 23. mai 1997, løgtingslóg nr. 24 frá 12. apríl 2006, løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2009, løgtingslóg nr. 63 frá 15. mai 2014, løgtingslóg nr. 173 frá 20. desember 2017 og løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, verður í § 57, stk. 4 “undir løgreglumálinum” strikað.
§ 6
Í løgtingslóg nr. 78 frá 21. mai 1982 um loðdjórahald, sum broytt við løgtingslóg nr. 110 frá 29. juni 1995, verður § 1, 3. pkt. strikað, og danski tvíteksturin í lógini verður strikaður.
§ 7
Í løgtingslóg nr. 55 frá 9. juni 2008 um tryggingarvirksemi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 9. mars 2023, verður í § 215 a, stk. 2 “í politimálum” strikað.
§ 8
Í løgtingslóg nr. 61 frá 10. juni 2008 um tiltøk at minka um royking (Roykilógin) verður í § 14, stk. 3 “og verða at fremja sum politimál” strikað.
§ 9
Í løgtingslóg nr. 60 frá 26. mai 2010 um útleigan av bústøðum (Leigulógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 14. mai 2013, løgtingslóg nr. 43 frá 30. apríl 2018 og løgtingslóg nr. 64 frá 9. mai 2019, verður § 31, stk. 3 strikað.
§ 10
Í løgtingslóg nr. 183 frá 21. desember 2018 um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 107 frá 29. juni 2020, løgtingslóg nr. 165 frá 12. desember 2020 og løgtingslóg nr. 111 frá 20. oktober 2023, verður § 23, stk. 8 strikað.
§ 11
Í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 89 frá 16. mai 2022, verður í § 66, stk. 3 “í løgreglumálum” strikað.
§ 12
Í løgtingslóg nr. 88 frá 7. juni 2020 um doping og óreiðiliga ávirkan í ítrótti verður § 5, stk. 4, 3. pkt. strikað.
§ 13
Í løgtingslóg nr. 105 frá 29. juni 2020 um skatting av vinningi frá sølu av veiðirættindum, sum broytt við § 40 í løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021 og í løgtingslóg nr. 94 frá 23. mai 2022, verður í § 11, stk. 2 “í løgreglumálum” strikað.
§ 14
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 19. desember 2023
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 53/2023