Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. desember 2005Nr. 149
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 39 frá 27 apríl 2005, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 2, stk. 3, litra g verður orðað soleiðis:
“g. Postflutningur, sum er fevndur av løgtingslóg um postvirksemi § 3, stk. 4 og § 4, stk. 2, nr. 1 og 5. ”
2) § 2, stk. 3, litra j verður orðað soleiðis:
“j. Banka-, sparikassa-, postgiro- og fíggjarvirksemi og serligar elektroniskar tænastur, ið eru neyðugar fyri hetta virksemið, umframt útleigan av bankaboksum.
3) Í § 2, stk. 3, verður sum litra p sett:
“p. Endurnýtsluhandil, har avlopið óskert verður nýtt til vælgerandi ella á annan hátt almannagagnlig endamál. Tað er ein fyritreyt, at handilin bert fevnir um brúktar vørur, sum fingnar eru ókeypis. Tað er somuleiðis ein fyritreyt, at tað bert starvast sjálvboðin og ólønt arbeiðsmegi við handlinum.”
4) Í § 4, stk. 1 verður “20.000 kr.” broytt til: “30.000 kr.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006.
Tórshavn, 20. desember 2005
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Bárður Nielsen (sign.)
Lm. nr. 30/2005