Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. desember 2012Nr. 149
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 25. mai 2009, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 2, stk. 3 og § 5, stk. 2 og 3 verður “Landstýrið” broytt til: “Landsstýrismaðurin”.
2) Í § 4, stk. 1 verður “Arbeiðamarknaðareftirløn” broytt til: “Arbeiðsmarknaðareftirløn”.
3) § 6, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“At sita fyri eftirlønargrunninum verður stýri valt. Hetta hevur 3 limir. Limirnir verða valdir av landsstýrismanninum við navni soleiðis: Ein umboðandi arbeiðsgevarar, ein umboðandi løntakarar og stýrisformaðurin í Gjaldstovuráðnum, sum eisini er formaður í stýrinum fyri eftirlønargrunnin.”
4) Í § 6, stk. 3 verður “landsstýrið” broytt til: “landsstýrismaðurin”.
5) Í § 7, 1. pkt. verður “landsstýrið” broytt til: “landsstýrismannin”.
6) Í § 7, 2. pkt. verður “landsstýrinum” broytt til: “landsstýrismanninum”.
7) Í § 8, stk. 1 verður “Toll- og Skattstova Føroya” broytt til: “TAKS”.
8) Í § 8, stk 2 og í § 9 verður “Toll- og Skattstovu Føroya” broytt til: “TAKS”.
9) Í § 9 a, 2. pkt. verður “Gunnurin” broytt til: “Grunnurin”, “Almannastovuni” verður broytt til: “Almannaverkinum” og 2 ferð verður “Almannastovuna” broytt til: “Almannaverkið”.
10) Í § 10 a verður “í arbeiðsmarknaðarmálum” strikað
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2013.
Tórshavn, 20. desember 2012
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 39/2012