6. mars 2002Nr. 15
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(skattalógin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 29, nr. 13 verður aftaná “§ 2” sett: “grundupphædd av fólkapensjón eftir § 2”.
2) Í § 83 a, stk. 1 verður “sama lutfalli, sum skatturin annars” broytt til: “lutfallinum 72% og 28%”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2002.
Tórshavn, 6. mars 2002
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður