Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. mars 2019Nr. 15
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tilhald, uppihaldsforboð og burturvísing (Tilhaldslógin)
(Bráðfeingis frástøðuboð sett inn og orðið tilhald broytt til frástøðuboð)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 25 frá 27. mars 2017 um tilhald, uppihaldsforboð og burturvísing (Tilhaldslógin), verða gjørdar hesar broytingar:
1. Heitið á løgtingslógini verður orðað soleiðis:
“Løgtingslóg um frástøðuboð, uppihaldsforboð og burturvísing”.
2. Stytta heitið á løgtingslógini verður orðað soleiðis:
“(Frástøðuboðslógin)”
3. Heitið á kapitli 1 verður orðað soleiðis:
“Frástøðuboð og uppihaldsforboð”
4. Í § 1 verður “tilhaldi” broytt til: “frástøðuboði”.
5. Í § 2, stk. 1-3, §§ 5, 6, 12 og 13 verður “Tilhald” broytt til: “Frástøðuboð”, og í § 2, stk. 3, 2. pkt., tríggja staðni í § 4, § 14, § 15, stk. 1-3, § 16, 1. pkt. og § 21, stk. 1 verður “tilhald” broytt til: “frástøðuboð”.
6. Aftan á § 2 verður sett:
“§ 2 a. Frástøðuboð kann verða álagt fyribils, um
1) ein persónur við rímiligari grund er undir illgruna fyri at volda einum øðrum ónáðir, soleiðis sum nevnt í § 2, stk. 1, nr. 1,
2) treytin í § 2, stk. 1, nr. 2 er lokin, og
3) persónurin ikki hevur ein rímiligan áhuga í at seta seg í samband við hin persónin.
Stk. 2. Frástøðuboð eftir stk. 1 er galdandi fyribils og fellur burtur, tá avgerð er tikin eftir §§ 2 ella 4, ella tað verður afturkallað.
Stk. 3. Avgerð eftir §§ 2 ella 4 skal um til ber verða tikin í seinasta lagi 60 dagar aftan á kunngerð av avgerðini eftir stk. 1.”
7. Í § 5 verður aftan á “upp til 5 ár” sett: “, sbr. tó § 2 a, stk. 2”.
8. Í § 6 verður “tilhaldinum” broytt til: “frástøðuboðnum”.
9. Í § 16 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett: “Avgerð um frástøðuboð skal ikki kunngerast aftur, um frástøðuboð eftir § 2 a er kunngjørt og sum viðvíkur sama slag av forboði fyri sambandi o.a.”.
§ 2
1) Í lov nr. 277 af 26. maj 1976 om erstatning fra staten til ofre for forbrydelser, sum sett í gildi í Føroyum við anordning nr. 470 af 25. september 1984, sum broytt við lov nr. 233 af 6. juni 1985 og seinast broytt við løgtingslóg nr. 25 frá 27. mars 2017, verður í § 1, stk. 1, 1. pkt. “løgtingslóg um tilhald, uppihaldsforboð og burturvísing (Tilhaldslógin)” broytt til: “løgtingslóg um frástøðuboð, uppihaldsforboð og burturvísing (Frástøðuboðslógin)”.
§ 3
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 8. mars 2019
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 90/2018
1) Av røttum átti at verðið víst til anordning nr. 581 frá 23. juni 2008 heldur enn lov nr. 277 frá 26. mai 1996.