16. mars 2006Nr. 15
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 17 frá 20. apríl 2004, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 1 verður: ”umframt arbeiðsmarknaðarútbúgvingum” strikað.
2) Í § 23 verður sum stk. 5 sett:
“Stk. 5. Avgerð, ið tikin er av yrkisnevnd, sbrt. ásetingunum í hesi lóg, kann kærast til kærunevnd. Avgerð tikin av kærunevnd er endalig innan fyrisitingina. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um kærunevndir.”
4) § 26, stk. 2 verður strikað.
5) Í § 36, stk. 1 verður aftaná nr. 2, sum nýtt nummar sett:
“3) ikki stendur eitt skúlaskeið og skal taka skúlaskeið ella part av hesum umaftur.”
Nr. 3) og 4) verða hereftir 4) og 5).
§ 2
Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Tórshavn, 16. mars 2006
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Jógvan á Lakjuni (sign.)
Lm. nr. 50/2005