10. desember 2018Nr. 150
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til dupult húsarhald
(Stuðul til persónar, sum av arbeiðsávum hava útreiðslur til dupult húsarhald)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 95 frá 6. juni 1997 um stuðul til dupult húsarhald, sum broytt við løgtingslóg nr. 174 frá 30. desember 1997, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 1, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Rætt til stuðul eftir hesi løgtingslóg, hevur persónur, búsitandi í Føroyum, sum av arbeiðsávum hevur útreiðslur til dupult húsarhald í Føroyum.”
2. Í § 1 verður sum stk. 2 sett:
“Stk. 2. Stuðulin er treytaður av, at umsøkjarin annaðhvørt er í hjúnabandi ella hevur verið í føstum samlívi eitt longri tíðarskeið.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2019.
Í Tinganesi, 10. desember 2018
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 48/2018