Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. desember 2012Nr. 150
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 142 frá 6. oktober 2011 og nr. 159 frá 16. desember 2011, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 11, stk. 3, § 12a, § 21, stk. 3, § 21a, stk. 3, § 22, stk. 3, tvær staðni í § 25, stk. 1, § 25, stk. 2, § 25, stk. 3, tvær staðni í § 25, stk. 4, tvær staðni í § 25, stk. 5, § 25, stk. 6, § 25, stk. 7, § 25, stk. 8, § 25, stk. 9, § 25, stk. 12, § 30, stk. 5, § 30, stk. 6, § 31 og fýra staðni í § 35 verður “Almannastovan” broytt til: “Almannaverkið”.
2) Í § 21, stk. 5 verður “Toll & Skattstovu Føroya” broytt til: “TAKS”.
3) Í § 22, stk. 1, § 25, stk. 9, § 25, stk. 10, § 30, stk. 3, § 34, stk. 2 og § 39, stk. 1 verður “Almannastovuni” broytt til: “Almannaverkinum”.
4) § 32 verður orðað soleiðis:
“§ 32. Pensjón verður veitt frá 1. í mánaðinum eftir, at umsóknin er játtað, tó í seinasta lagi frá 1. í fjórða mánaðinum eftir, at umsóknin er móttikin.
Stk. 2. Um umsøkjarin hevur fingið aðra almannaveiting, meðan málið er viðgjørt, verður pensjón kortini ikki veitt fyrr enn frá 1. í mánaðinum eftir, at veitingin er steðgað.”
5) § 33, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Tá umsókn um fyritíðarpensjón er latin Almannaverkinum, og mett verður sannlíkt, at pensjón verður játtað, kann fyritíðarpensjón útgjaldast sum forskot, sbr. § 32, stk. 1.”
6) Í § 35 verður “Almannastovuna” broytt til: “Almannaverkið”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2013 og hevur virknað fyri øll mál, sum byrja aftan á henda dag.
Tórshavn, 20. desember 2012
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 21/2012