27. oktober 2020Nr. 150
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)
(Dagføring av skattafríu upphæddini til sjálvboðið arbeiði innan ítróttaøkið)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 101 frá 25. juni 2020, verður gjørd henda broyting:
Í § 29 b, stk. 1 verður “kr. 30.000” broytt til: “kr. 50.000”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2020.
Í Tinganesi, 27. oktober 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 24/2020