Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. desember 2012Nr. 151
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
(Dagpeningalógin)
(Rætturin til dagpening)
§ 1
Í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., sum m.a. broytt við løgtingslóg nr. 165 frá 22. desember 2009, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 66 frá 15. mai 2012, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 5, stk. 2, § 9, stk. 6, § 10, stk. 3, § 16, 3. pkt., § 19a, stk. 1 og 2, § 20, stk. 2 og 3, § 22, stk. 1, § 23, stk. 1, § 23a, stk. 1, 2 og 3, § 24, stk. 1 og § 27 verður “Almannastovan” broytt til: “Almannaverkið”.
2) Í § 7, stk. 3, § 10, stk. 1, 2, 3 og 4, § 19a, stk. 2, § 23, stk. 2, § 25, stk. 1, § 26, stk. 1 og tvær staðni í § 29, stk. 1 og í § 29, stk. 2 verður “Almannastovuni” broytt til: “Almannaverkinum”.
3) Í § 2, stk. 4 verður eftir “§ 12, stk. 2” sett: “og 3”.
4) Í § 4, 2. pkt. verður eftir “tillutað” og áðrenn “fólkapensjón” sett: “hægstu fyritíðarpensjón,”.
5) Í § 7, stk. 1 verður “5” broytt til: “13” og “20” broytt til: “120”.
6) Í § 7 verður stk. 3 strikað, og stk. 4 verður eftir hetta stk. 3.
7) Í § 9, stk. 2 verða orðini “íroknað viðbøtur og” strikað.
8) Í § 12 verður aftaná stk. 2 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 3 Fyri lægstu og miðal fyritíðarpensjónistar verður dagpeningur í mesta lagi veittur í 20 vikur frá 1. fráverudegi í einum 12 mánaða skeiði. Fyri miðal fyritíðarpensjónistar vegna einkjustøðu sbrt. almannapensjónslógini verður dagpeningur tó veittur sbr. stk. 1.”
Stk. 3 verður eftir hetta stk. 4.
9) Í § 12, stk. 3, sum verður stk. 4, verður “ásetingina í stk. 2,” broytt til: “ásetingarnar í stk. 2 og 3,”.
10) Í § 13, stk. 1 og stk. 2 verður “ § 12, stk. 2,” broytt til: “§ 12, stk. 2 og 3,”.
11) Í § 27 verður “Almannastovunnar” broytt til: “Almannaverksins”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2013.
§ 3
Fyritíðarpensjónistur, ið er sjúkur og sum fær sjúkradagpening, tá henda lógin kemur í gildi, varðveitir rætt sín til dagpening restina av samanhangandi sjúkratíðarskeiðnum, tó í mesta lagi 40 vikur frá 1. fráverudegi í einum 12 mánaða skeiði.
Tórshavn, 20. desember 2012
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 31/2012