Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. desember 2015Nr. 151
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m.
(Hækking av vektgjaldi á akfør, tó lækking av vektgjaldi á el drivnar bilar)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 38 frá 31. mars 1982 um vektgjald av motorakførum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 175 frá 22. desember 2009, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2 verður aftan á stk. 2 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 3. Akfør, sum bara nýta ravmagn ella vetni til framdrift, rinda ikki útjavningargjald.”
2. § 3, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Árligt gjald verður rindað sambært gjaldsskrá í skjali 1.”
3. Skjal 1 verður sett sum skjal 1 til løgtingslóg nr. 38 frá 31. mars 1982 um vektgjald av motorakførum v.m.
4. Danski tvíteksturin í lógini verður strikaður.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016.
Í Tinganesi, 23. desember 2015
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 31/2015
Skjal 1
Vektgjald verður avroknað sambært hesi gjaldsskrá:
| A. Persónvognar, tó ikki bussar og hýruvognar | Vektgjald | Útjavning |
|
| kr./árliga | kr./árliga | ||
| upp í 600 kg. eginvekt | 1.720 | 0 | |
| 601-800 kg. eginvekt | 2.015 | 1.025 | |
| 801-1100 kg. eginvekt | 2.300 | 1.135 | |
| 1101-1300 kg. eginvekt | 2.720 | 1.345 | |
| 1301-1500 kg. eginvekt | 3.300 | 1.620 | |
| 1501-2000 kg. eginvekt | 4.250 | 1.925 | |
| úr 2000 kg. eginvekt | 4.600 | 2.465 | |
| B. Hýruvognar | Vektgjald | Útjavning |
|
| kr./árliga | kr./árliga | ||
| upp í 800 kg. eginvekt | 1.540 | 1.500 | |
| 801-1100 kg. eginvekt | 1.775 | 1.665 | |
| 1101-1300 kg. eginvekt | 2.060 | 2.005 | |
| 1301-1500 kg. eginvekt | 2.435 | 2.475 | |
| úr 1500 kg. eginvekt | 3.005 | 3.170 | |
| C. Motorsúkklur | Vektgjald | Útjavning |
|
| kr./árliga | kr./árliga | ||
| 1.420 | 165 | ||
| D. Bussar | Vektgjald | Útjavning |
|
| kr./árliga | kr./árliga | ||
| upp í 2000 kg. eginvekt | 1.815 | 2.325 | |
| 2001-4000 kg. eginvekt | 2.005 | 3.740 | |
| úr 4000 kg. eginvekt | 2.715 | 5.150 | |
| E. Vøru- og lastvognar, traktorar o.l | Vektgjald | Útjavning | Legu/ |
| kr./árliga | kr./árliga | kr./árliga | |
| upp í 1500 kg. totalvekt | 1.540 | 3.380 | 465 |
| 1501-2000 kg. totalvekt | 1.630 | 3.380 | 540 |
| 2001-2500 kg. totalvekt | 1.730 | 3.565 | 575 |
| 2501-3000 kg. totalvekt | 1.815 | 3.740 | 675 |
| 3001-3500 kg. totalvekt | 1.915 | 4.095 | 815 |
| 3501-6000 kg. totalvekt | 2.015 | 4.800 | 1.125 |
| 6001-8000 kg. totalvekt | 2.475 | 5.515 | 1.400 |
| 8001-9000 kg. totalvekt | 2.720 | 6.215 | 1.685 |
| 9001-10000 kg. totalvekt | 2.950 | 6.930 | 1.830 |
| 10001-11000 kg. totalvekt | 3.190 | 7.635 | 2.445 |
| 11001-12000 kg. totalvekt | 3.425 | 8.340 | 2.630 |
| úr 12000 kg. totalvekt | 3.655 | 9.045 | 2.820 |