Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Almannamálaráðið
  • Útgávudagur: 18-12-2018
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2018 A - Løgtingslóg 152 frá 12. desember 2018
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

12. desember 2018Nr. 152

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk

(Eftirlønargjald sambært Eftirlønarlógini leggjast aftrat stuðulsveiting og lønarískoyti)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1

Í løgtingslóg nr. 63 frá 15. mai 2012 um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum broytt við løgtingslóg nr. 142 frá 20. desember 2012, løgtingslóg nr. 142 frá 18. desember 2013, løgtingslóg nr. 70 frá 22. mai 2015, løgtingslóg nr. 138 frá 16. desember 2015, løgtingslóg nr. 132 frá 20. desember 2016, løgtingslóg nr. 76 frá 29. mai 2017 og løgtingslóg nr. 103 frá 13. juli 2017, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1.    Aftan á § 13 a verður sett:

§ 13 b. Bundna eftirlønargjaldið sbrt. løgtingslóg um eftirløn verður lagt aftrat veiting sbrt. §§ 12, stk. 1, 13 a, stk. 1, 14, 22 og 25.”

 

2.    § 22, stk. 1 verður orðað soleiðis:

“Lønarískoytið sbrt. § 21 verður veitt sum endurgjald fyri lønarmiss orsakað av mista arbeiðsførleikanum. Lønarískoytið verður veitt upp til viðkomandi sáttmálaløn, tó í mesta lagi 22.000 kr. um mánaðin, umframt frítíðarløn, arbeiðsmarknaðargjøld og eftirlønargjald sambært løgtingslóg um eftirløn.”

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2019.

 

 

Í Tinganesi, 12. desember 2018

 

Aksel V. Johannesen (sign.)

løgmaður

Lm. nr. 56/2018