19. desember 2023Nr. 152
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av almannaveitingum
(Hækking av frádráttarfríari inntøkuupphædd fyri fólkapensjónistar)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting av almannaveitingum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 167 frá 12. desember 2020, verður § 3, nr. 1, 20. rað orðað soleiðis:
“
|
Frádráttarfrí inntøkuupphædd fyri fólkapensjónistar |
2024 |
61.900,00 |
”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað fyri útgjalding av veitingum frá og við januar 2024.
Í Tinganesi, 19. desember 2023
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 21/2023