Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. desember 2005Nr. 152
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 5 verður orðað soleiðis:
“§ 5. Børn við serligum tørvi hava rætt til tilboð um pláss á dagstovni og dagrøkt á jøvnum føti við onnur børn, sum búgva í kommununi, sambært § 3.
Stk. 2. Til børn við serligum tørvi verða veittar nøktandi hølisumstøður og námsfrøðilig tilboð.
Stk. 3. Í ivamálum um tilboð skal veitast sambært hesi lóg, skal málið ávísast víðari til Almannastovuna, ið tekur avgerð.
2) Í § 6 verður sum stk. 4 sett:
“Stk. 4. Serligar útreiðslur, ið standast av tilboðum sambært § 5, stk. 1 og 2, verða rindaðar av kommununi. Hesar útreiðslur ávirka ikki foreldragjaldið sambært stk. 1, 2. pkt.”
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2006.
Stk. 2. Ásetingin í § 6, stk. 4 verður galdandi frá 1. januar 2006, tó við tilvísing til ásetingina í § 17, stk. 2 í lóg um almenna forsorg viðvíkjandi børnum við serligum tørvi, ið hava ella fáa ansing í kommunalari ansingarskipan, inntil 31. mars 2006. Peningurin, ið Almannastovan leggur út fyri kommunurnar í tíðarskeiðnum 1. januar til 31. mars 2006, verður afturhildin umvegis Føroya Gjaldstovu.
Tórshavn, 20. desember 2005
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Hans Pauli Strøm (sign.)
Lm. nr. 44/2005