Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. desember 2019Nr. 152
Løgtingslóg um sjófeingi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 155 frá 20. desember 2023
(Sjófeingislógin)
Kapittul 1
Lógarøki og allýsingar
§ 1. Løgtingslógin fevnir um at gagnnýta livandi sjófeingi í føroyskum sjógvi og uttan fyri føroyskan sjógv og at fáast við slíkt virksemi sum at umskipa, leggja upp, taka ímóti, flyta, goyma, virka og selja ella umseta sjófeingi og úrdrátt úr hesum.
Stk. 2. Løgtingslógin er somuleiðis galdandi á føroyskum førum, á føroyska landgrunninum, á landi í Føroyum og í føroyskum áum, vøtnum, ósum og løkum.
Stk. 3. Løgtingslógin fevnir ikki um at gagnnýta havsúgdjór, fugl og um fisk, djór og plantur í aling og annað sjófeingi, ið er fevnt av aðrari lóggávu.
§ 2. 1) Í hesi løgtingslóg merkir:
1) Føroyskur sjógvur: Sjóleiðirnar innan fyri føroyska fiskimarkið, soleiðis sum tað er ásett í fyriskipan um fiskiveiðiumveldi Føroya.
2) Altjóða sjógvur: Sjóleiðirnar uttan fyri fiskiveiðiløgdømið hjá strandarlondum.
3) Vinnuligur fiskiskapur: Fiskiskapur, ið ikki er til húsbrúks.
4) Fiskiár: Álmanakkaárið, um annað ikki er ásett.
5) Veiðiloyvi: Tann rættur, ið landsstýrismaðurin veitir eigara av ávísum fiskifari undir føroyskum flaggi at reka vinnuligan fiskiskap við fiskifarinum.
6) Fiskiloyvi: Tann rættur, sum eigari av ávísum fiskifari fær at veiða av ávísum livandi sjófeingi á ávísum leiðum í einum fiskiári.
7) Fiskidagaskipan: Skipan av fiskiskapi, har rættindi verða útlutað sum tal av fiskidøgum til ávísan fiskiskap á ávísari leið.
8) Felags fiskidagar: Tal av fiskidøgum, sum rættindahavarar ella bólkur av fiskiførum undir einum hevur rætt at veiða.
9) Egnir fiskidagar: Tann partur av felags fiskidøgum, sum persónur ella felag ella eigari av ávísum fiskifari hevur rætt at veiða á ávísari leið.
10) Ein fiskidagur: Ein fiskidagur í føroyskum sjógvi er hvørjar 24 tímar, fiskifarið hevur verið til fiskiskap í fiskiárinum. Hvør túrur verður roknaður at byrja, tá farið verður úr havn, og at enda, tá komið er aftur í havn. Hvør byrjaður túrur telur tó minst 24 tímar. Fyri fiskifør í bólki 5 telur hvør túrur ein fiskidag, hóast túrurin er longri enn 24 tímar.
11) Veiðievni: Veiðievni hjá fiskifari er veiðitrýstið, hvørt fiskifar fremur hvønn fiskidag.
12) Kvotuskipan: Skipan av fiskiskapi, har rættindi verða útlutað sum nøgd av ávísum livandi sjófeingi at fiska á ávísari leið.
13) Mest loyvda veiða, MLV: Tann nøgd av ávísum livandi sjófeingi, í tonsum, sum veiðast kann í einum fiskiári.
14) Heildarkvota: Tann nøgd av livandi sjófeingi, í tonsum, sum persónar ella feløg, ella eigarar av fiskifari undir føroyskum flaggi hava rættindi at veiða av í kvotuskipan í einum fiskiári. Kvota, ið er sett av til hjáveiðu, royndarfiskiskap o.a., sambært § 50, rannsóknir, vinnuligar royndir og verkætlanir sambært § 14, verður ikki roknað upp í heildarkvotu. Egin árskvota, sum rættindahavara er loyvt at flyta millum ár, og felagskvotur, sum verða fluttar rættindahavarum millum ár, eru ikki at rokna sum partur av heildarkvotuni tað árið, sum kvotan verður flutt til.
15) Felags kvotupartur: Tann prosentpartur av heildarkvotu av ávísum livandi sjófeingi, ið rættindahavarar ella ein bólkur av fiskiførum undir einum hevur rætt at veiða.
16) Felags árskvota: Felags kvotuparturin, roknaður um til tons.
17) Egin kvotupartur: Tann prosentpartur av felags árskvotu, ið persónur ella felag, ella eigari av fiskifari hevur rætt at veiða á ávísari leið.
18) Egin árskvota: Egni kvotuparturin, roknaður um til tons.
19) Felagskvota við hámarki: Felags árskvota, sum persónur, felag ella eigari av fiskifari hevur rætt at veiða av, tó so, at hámark verður sett fyri, hvussu nógv hvør persónur ella felag ella fiskifar kann veiða.
20) Egin hjáveiðikvota: Kvota, ið persónur ella felag, ella eigari av fiskifari hevur rætt at veiða, ásett í tonsum.
21) Tons: Tað bruttotonsatal, BT, ella skrásett bruttotonsatal, BRT, sum til eina og hvørja tíð er tilskilað í skipsins málibrævi.
22) Veiðirættindi: Felagsheiti fyri øll sløg av rættindum at veiða sambært løgtingslógini.
§ 3. Livandi tilfeingi, harundir arvafrøðiligt tilfar, í føroyskum sjógvi, og tey rættindi Føroyar eiga uttan fyri føroyskan sjógv, er ogn Føroya fólks.
Stk. 2. Rættindi latin sambært hesi løgtingslóg veita ikki privatan ognarrætt, men verða latin sum brúksrættindi í avmarkaða tíð, sambært reglunum í hesi løgtingslóg.
Stk. 3. Rættindi, sambært hesi løgtingslóg, kunnu ikki setast í veð, og eru vard fyri úttøku ella aðrari rættarsókn frá ognarum.
Stk. 4. Rættindi til fiskiskap kunnu takast aftur uttan endurgjald.
Kapittul 2
Almennar ásetingar um atgongd til fiskiskap
Veiðiloyvi
§ 4. Fyri at reka vinnuligan fiskiskap krevst, at fiskifar hevur veiðiloyvi og fiskiloyvi, uttan so at annað er ásett í hesi løgtingslóg.
Stk. 2. Fiskifør, minni enn 15 tons, nýtast tó ikki veiðiloyvi fyri at reka vinnuligan fiskiskap.
§ 5. 1) Veiðiloyvið er treytað av:
1) at eigarin hevur ræðið á veiðirættindum sambært løgtingslógini, og at hesi veiðirættindi eru knýtt at fiskifarinum,
2) at eigarin lýkur treytirnar í §§ 11 og 12,
3) at fiskifarið er skrásett í skipaskránni ella farskránni, sambært løgtingslóg um skráseting av skipum,
4) at fiskifarið hevur siglingarloyvi frá avvarðandi føroyskum myndugleika, og
5) at fiskifarið ikki er skrásett á lista hjá økisbundnum fiskiveiðifelagsskapi sum far, ið hevur framt ólógligan, ófráboðaðan ella óskipaðan fiskiskap, ella sum hevur stuðlað slíkum fiskiskapi.
Stk. 2. 1) Um treytirnar í stk. 1, nr. 1 og nr. 3-5 ikki eru loknar, fellur veiðiloyvið burtur. Landsstýrismaðurin kann tó loyva, at viðurskiftini koma í rættlag innan ávísa tíðarfreist og kann áseta nærri treytir fyri virkseminum í tíðarskeiðinum.
Stk. 3. 2) Fyri fiskifar minni enn 15 tons kann landsstýrismaðurin í kunngerð seta treytir fyri sjálvt fiskifarið fyri at fáa fiskiloyvi.
§ 6. Fiskiloyvi verður latið eigara av fiskifari til egið fiskifar við veiðiloyvi, treytað av, at fiskifarið lýkur treytirnar í § 5, stk. 1, nr. 3-5.
Stk. 2. Í fiskiloyvið kunnu setast nærri treytir viðvíkjandi fiskiskapinum.
§ 7. 2) 1) Veiðiloyvið er galdandi til 1. januar 2034. Tá veiðiloyvið fer úr gildi, fara øll veiðirættindi samstundis úr gildi.
Stk. 2. 2) 1) Rætturin til fiskiloyvi í bólki 5 og rætturin til onnur fiskiloyvi hjá fiskifari í hesum bólki er galdandi til 1. januar 2034.
Stk. 3. Á hvørjum ári leggur landsstýrismaðurin uppskot fyri Løgtingið, um gildistíðin á rættindum, sambært stk. 1 og 2, skal leingjast við einum ári.
Stk. 4. Áðrenn 20. februar á hvørjum ári leggur landsstýrismaðurin fyri Løgtingið frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í Tingskipan Løgtingsins um fyrisiting av sjófeingi og teimum veiðirættindum, Føroyar hava uttan fyri føroyskan sjógv, og hvørjar ætlanir hann hevur í hyggju at fremja. Frágreiðingin verður fyrstu ferð løgd fram í 2021.
Atgongd og skifti
§ 8. Persónur ella felag, sum í 2019 hevði rætt at fiska av øðrum rættindum enn teimum, ið eru fevnd av §§ 9 og 10, og teimum, ið bert høvdu gildi í 2019, kann við gildiskomu løgtingslógarinnar halda fram og fáa fiskiloyvi til ávíst fiskifar.
Stk. 2. Rættindahavari kann, fram til 1. januar 2022, fáa rættindi tillutað í fiskiloyvið til egið fiskifar, treytað av, at fiskifarið lýkur treytirnar sambært § 5. Fiskifarið fær tá veiðiloyvi, um fiskifarið frammanundan ikki hevur veiðiloyvi, og rættindini verða knýtt at tí ávísa fiskifarinum í fiskiloyvi. Rættindahavarin kann tó, fram til 1. januar 2022, velja, at rættindini, sum eru knýtt at egnum fiskifari við veiðiloyvi, ístaðin skulu knýtast at øðrum fiskifari, ið viðkomandi eigur og lýkur treytirnar fyri at fáa veiðiloyvi.
Stk. 3. Rættindahavari kann, fram til 1. januar 2022, eisini velja at gagnnýta rættindini við fiskifari, sum viðkomandi ikki eigur, treytað av, at fiskifarið lýkur treytirnar sambært § 5, stk. 1, nr. 2-5 og rættindahavarin lýkur treytirnar sambært §§ 11 og 12. Fiskifarið fær ikki veiðiloyvi við støði í hesum rættindum. Rættindahavarin kann, fram til 1. januar 2022, avhenda rættindini endaliga, sum eru skipað sum egnar kvotur ella egnir fiskidagar, til eigara av fiskifari við veiðiloyvi, og rættindini vera tá knýtt at fiskifarinum, sum rættindini verða flutt til.
Stk. 4. Frá 1. januar 2022, skulu rættindi vera knýtt at egnum fiskifari við veiðiloyvi. Talið av veiðiloyvum hjá viðkomandi rættindahavara verður tá lagt endaliga fast.
Stk. 5. Ásetingarnar í hesi grein fevna ikki um veiðirættindi hjá útróðrarbátum undir 15 tons.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum víkja frá freistini í stk. 4.
§ 9. 3) Persónur ella felag, sum í 2018 ella 2019 hevur keypt 3 ella 8 ára rættindi á uppboði, kann við gildiskomu løgtingslógarinnar halda fram og fær í 2020 tillutað veiðirættindi, samsvarandi ásetingum í § 19, stk. 5 í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, tó verður nøgd rættindahavarans tillutað eftir mørkunum í § 15, stk. 1. Uppboðssølugjaldið, sambært § 19, stk. 7 í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, verður bert rindað fyri nøgdina, sum er tillutað samsvarandi § 19, stk. 5 í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi. Frá 1. januar 2020 fylgja rættindini til botnfisk í Barentshavinum lutfalsliga vøkstrinum og niðurskurðinum í heildarkvotuni. Rættindini til svartkjaft, makrel og norðhavssild fylgja lutfalsliga vøkstrinum og niðurskurðinum í heildarkvotuni, eins og kvotur sambært § 15, stk. 1.
Stk. 2. Rættindahavari kann, í gildistíðini á uppboðssølurættindunum, fáa rættindini tillutað í fiskiloyvið til egið fiskifar, treytað av, at fiskifarið lýkur treytirnar sambært § 5. Fiskifarið fær tá veiðiloyvi, um fiskifarið frammanundan ikki hevur veiðiloyvi, og rættindini vera knýtt at tí ávísa fiskifarinum í fiskiloyvi.
Stk. 3. Rættindahavari kann, í gildistíðini á uppboðssølurættindunum, eisini velja at gagnnýta rættindini við fiskifari, sum viðkomandi ikki eigur, treytað av, at fiskifarið lýkur treytirnar sambært § 5, stk. 1, nr. 2-5 og rættindahavarin lýkur treytirnar sambært §§ 11 og 12. Fiskifarið fær ikki veiðiloyvi við støði í hesum rættindum. Rættindahavarin kann, í gildistíðini á uppboðssølurættindunum, avhenda rættindini endaliga til eigara av fiskifari við veiðiloyvi, og rættindini vera tá knýtt at fiskifarinum, sum rættindini verða flutt til.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um gjaldstreytir fyri rættindi sambært hesi grein.
Stk. 5. Tá gildistíðin á uppboðssølurættindunum er runnin, verða rættindini útlutað sum egnar árskvotur. Treytin, fyri at fáa útlutað rættindi sum egnar árskvotur, er, at rættindahavari, áðrenn gildistíðarskeiðið er runnið, kann vísa á egið fiskifar við veiðiloyvi, ella sum lýkur treytirnar fyri at fáa veiðiloyvi. Um rættindahavari ikki, innan fyri gildistíðina á uppboðssølurættindunum, lýkur treytina sambært 2. pkt., falla rættindini aftur til landið.
§ 10. Persónur ella felag, sum í 2018 hevur tilsøgn um 4 ára menningarkvotu, ella sum í 2019 hevur fingið tilsøgn um menningarkvotu, kann halda fram sambært treytum í tilsøgnini og eftir treytunum í hesi grein.
Stk. 2. Tað er ikki ein treyt, fyri at fiska av menningarkvotu, at fiskifarið hevur veiðiloyvi. Fiskifarið skal tó lúka treytirnar sambært § 5, stk. 1, nr. 2-5 fyri at fáa fiskiloyvi, og rættindahavarin skal lúka treytirnar sambært §§ 11 og 12. Fiskifarið fær ikki veiðiloyvi við støði í hesum rættindum.
Stk. 3. 3) Verandi menningarkvotur verða eftirmettar, og landsstýrismaðurin kann í loyvistíðarskeiðinum taka avgerð um at leggja hesi rættindi um til egnar árskvotur, um landsstýrismaðurin metir, at tær eru virðisskapandi og burðardyggar. Avgerðin, um at leggja kvoturnar um, hevur gildi frá tí degi, landsstýrismaðurin hevur boðað partinum frá avgerðini. Rættindahavari kann fram til og við 31. desember 2021 fáa fiskiloyvi til umløgdu rættindini við at vísa á fiskifar sambært stk. 2. Um rættindahavari knýtir rættindini at egnum fiskifari, ið ikki frammanundan hevur veiðiloyvi, fær fiskifarið tá tillutað veiðiloyvi, og rættindini vera knýtt at fiskifarinum. Rættindahavari kann eisini, í seinasta lagi 31. desember 2021, velja at avhenda síni rættindi endaliga til eigara av fiskifari við veiðiloyvi, um heimild er fyri endaligari avhending sambært løgtingslógini. Vera rættindini ikki knýtt at egnum fiskifari ella avhendað endaliga í seinasta lagi 31. desember 2021, falla rættindini aftur til landið.
Stk. 4. 3) 1) Tekur landsstýrismaðurin avgerð um at leggja tillutaðu nøgdirnar av menningarkvotum um til egnar árskvotur, verður ásetti prosentparturin til vinnuligar royndir og verkætlanir, sambært § 14, stk. 1, minkaður samsvarandi.
Kapittul 3
Ognarviðurskifti og miðsavnan
§ 11. Fyri at reka vinnuligan fiskiskap krevst, at eigarin av fiskifarinum er persónur ella felag, sum til einhvørja tíð er heimahoyrandi í Føroyum og lýkur treytirnar í hesi grein.
Stk. 2. Persónur er at skilja sum likamligur persónur, undir hesum einstaklingavirki og einkultpersónar í felagsskapi, sum heftir persónligt, solidariskt og beinleiðis. Felag er at skilja sum partafelag ella smápartafelag.
Stk. 3. Persónur er heimahoyrandi í Føroyum, um hesin:
1) er skrásettur í fólkayvirlitinum í Føroyum,
2) hevur verið skrásettur í fólkayvirlitinum í Føroyum seinastu 2 árini,
3) er fult skattskyldugur í Føroyum, og
4) ikki verður mettur heimahoyrandi í øðrum landi sambært skattalóggávuni.
Stk. 4. Felag er heimahoyrandi í Føroyum, um hesar treytir eru loknar:
1) Felagið er skrásett í Føroyum hjá Skráseting Føroya ella er fráboðað Skráseting Føroya sum undir stovnan.
2) Kapitalpartarnir eru givnir út við navni.
3) Felagið hevur høvuðssætið í Føroyum, og veruliga leiðslan hevur sætið í Føroyum.
4) Eigararnir av í minsta lagi 3/4 av øllum eginpeninginum, harundir partapeninginum, sum somuleiðis eiga í minsta lagi 3/4 av atkvøðurættinum og avgerðarrættinum í felagnum, eru heimahoyrandi í Føroyum og lúka treytirnar í stk. 3. Skal felagið luta út vinningsbýti, skal føroyski parturin í minsta lagi fáa útlutað 3/4. Hendan áseting er galdandi fram til 1. januar 2032. Eftir hetta skulu eigararnir av øllum eginpeninginum, harundir partapeninginum, sum somuleiðis eiga allan atkvøðurættin og avgerðarrættin í felagnum, vera heimahoyrandi í Føroyum og lúka treytirnar í stk. 3.
5) Felagið ikki hevur skuld til persón ella felag, sum ikki lýkur treytirnar í hesi grein, um skuldin stendur aftan fyri aðrar kravánarar, ella um rentur ella afturgjald av skuldini er knýtt at yvirskotinum í felagnum.
6) Meirilutin av limunum í nevndini, um felagið hevur eina nevnd, ella meirilutin av limunum í eftirlitsráðnum, um felagið hevur eitt eftirlitsráð, er heimahoyrandi í Føroyum, og hesi lúka treytirnar í stk. 3.
7) Stjórar felagsins lúka treytirnar í stk. 3, nr. 1, 3 og 4.
Stk. 5. 1) Landsstýrismaðurin kann geva undantak viðvíkjandi treytunum í hesi grein fyri fiskifør til royndarveiðu ella undirvísingarætlanir. Landsstýrismaðurin kann somuleiðis geva tíðaravmarkað undantak til treytirnar í hesi grein fyri fiskifar, sum skal nýtast fyri fiskifar, sum hevur veiðiloyvi og fiskiloyvi, sum, orsakað av bráðfeingis óhappi, ikki kann fara til fiskiskap. Harumframt kann landsstýrismaðurin, fyri fiskifar millum 5 og 20 tons, sum er smíðað í Føroyum í 1930 ella áðrenn, og sum verður mett at hava serligan mentanarsøguligan týdning fyri Føroyar, geva undantak frá treytini í § 11, stk. 1 um, at eigarin skal vera persónur ella felag.
Stk. 6. Feløg, ið hava rættindi at fiska sambært hesi løgtingslóg, og sum hava avreiðingarvirði yvir 4 mió. kr., skulu, í seinasta lagi 1. juli á hvørjum ári, lata landsstýrismanninum upplýsingar, váttaðar við trygd frá grannskoðara um, hvør ábyrgdarpeningur er í felagnum, hvør skuld er, sum stendur aftan fyri aðrar kravánarar, ella har rentur ella afturgjald er knýtt at yvirskotinum í felagnum, umframt upplýsingar um vinningsbýti, ið er lutað út til útlendskan partaeigara.
Stk. 7. Broytingar eru bert loyvdar í ognarviðurskiftunum, harundir partapeninginum, atkvøðurættinum og avgerðarrættinum í felagnum, og kann felagið bert gera avtalu um, at skuld stendur aftan fyri aðrar kravánarar, ella at rentur ella tað, sum skal rindast aftur, er knýtt at yvirskotinum í felagnum, við loyvi frá landsstýrismanninum. Tílíkar broytingar skulu fráboðast landsstýrismanninum, áðrenn broytingarnar fara fram, og landsstýrismaðurin skal góðkenna slíkar broytingar, áðrenn tær kunnu fremjast.
Stk. 8. 4) Í sambandi við eftirkanning av treytunum í hesi grein kann landsstýrismaðurin krevja upplýsingar og váttanir frá eigaranum av fiskifarinum og rættindahavaranum og krevja, at eigarin av fiskifarinum og rættindahavarin útvegar upplýsingar og váttanir frá nevndarlimum, stjórn, ráðgevum, fíggingarstovnum o.ø. Landsstýrismaðurin kann krevja føroyska týðing av skjølum.
Stk. 9. 4) Eru treytirnar í hesi grein ikki loknar, fellur veiðiloyvið aftur til landið. Hevur rættindahavarin ikki veiðiloyvi, og lýkur hann ikki treytirnar í hesi grein, falla øll veiðirættindini hjá rættindahavaranum aftur til landið. Landsstýrismaðurin kann tó loyva, at viðurskiftini koma í rættlag innan ávísa tíðarfreist og kann áseta nærri treytir fyri virkseminum í tíðarskeiðinum.
Stk. 10. Landsstýrismaðurin kann almannakunngera, hvør persónur ella felag beinleiðis ella óbeinleiðis ræður yvir rættindum at veiða ella reka vinnuligan fiskiskap og teirra eigaraparti í virkseminum.
Verandi feløg
§ 12. Felag, ið ikki er partafelag ella smápartafelag, sum í 2017 hevur rikið fiskifar, kann halda fram við virkseminum, hóast § 11, stk. 1 og 2, um felagið er heimahoyrandi í Føroyum, sambært § 11, stk. 4.
Stk. 2. Grunnur, sum í 2017 hevur rikið fiskifar, kann halda fram við virkseminum, hóast § 11, stk. 1-2. Grunnurin skal tó, fyri at kunna halda fram við virkseminum, lúka treytirnar í § 11, stk. 4, nr. 1 og 3-7, tó undantikið treytina í § 11, stk. 4, nr. 4 fyri sjálvsognargrunn ella fyri grunn, sum landið eigur. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum geva undantak frá felagsforminum og ognarviðurskiftunum sambært hesi grein.
Stk. 3. Feløg, sum í 2019 hava havt ræði á rættindum at veiða, kunnu halda áfram við verandi virksemi fram til 1. januar 2032, hóast ásetingarnar í § 11, stk. 4, nr. 4 og 5, treytað av, at eigarar av í minsta lagi 2/3 av eginpeninginum, harundir partapeninginum, umframt ábyrgdarpeninginum, sum somuleiðis eiga í minsta lagi 2/3 av atkvøðurættinum og avgerðarrættinum í felagnum, lúka treytirnar í § 11, stk. 3. Skal felagið luta út vinningsbýti, skal føroyski parturin í minsta lagi fáa útlutað 2/3. Tá partabrøv ella kapitalpartar verða seldir, skal keyparin lúka treytirnar í § 11, stk. 4, nr. 4. Útlendski ognarluturin kann tó ongantíð verða hægri enn útlendski ognarluturin var við gildiskomu løgtingslógarinnar. Avtala um skuld, sum ikki er í samsvari við § 11, stk. 4, nr. 5, kann ikki gerast eftir, at henda løgtingslóg er komin í gildi.
Stk. 4. 4) Í sambandi við eftirkanning av treytunum í hesi grein kann landsstýrismaðurin krevja upplýsingar og váttanir frá eigaranum av fiskifarinum og rættindahavaranum og krevja, at eigarin av fiskifarinum og rættindahavarin útvegar upplýsingar og váttanir frá nevndarlimum, stjórn, ráðgevum, fíggingarstovnum o.ø. Landsstýrismaðurin kann krevja føroyska týðing av skjølum.
Stk. 5. 4) Eru treytirnar í stk. 3 ikki loknar, fellur veiðiloyvið aftur til landið. Hevur rættindahavarin ikki veiðiloyvi, og lýkur hann ikki treytirnar í stk. 3, falla øll veiðirættindini hjá rættindahavaranum aftur til landið. Landsstýrismaðurin kann tó loyva, at viðurskiftini koma í rættlag innan ávísa tíðarfreist og kann áseta nærri treytir fyri virkseminum í tíðarskeiðinum.
Miðsavnan av veiðirættindum
§ 13. 2) 3) Feløg og persónar, sum reka vinnuligan fiskiskap sambært hesi løgtingslóg, kunnu einsamallir ella saman við nærstandandi, beinleiðis ella óbeinleiðis í mesta lagi hava ræði á:
1) Bólkur 2, sambært § 18, stk. 1: 25% av ásetta fiskidagatalinum í bólkinum.
2) Bólkur 3, sambært § 18, stk. 1: 20% av ásetta fiskidagatalinum í bólkinum.
3) Bólkur 4, sambært § 18 stk. 1: 20% av ásetta fiskidagatalinum í bólkinum.
4) Bólkur 4 T, sambært § 18, stk. 1: 30% av ásetta fiskidagatalinum í bólkinum.
5) Botnfiskur í Íslandi: 35% av føroysku botnfiskakvotunum í íslendskum sjógvi.
6) Botnfiskur í russiskum sjógvi, norskum sjógvi og við Svalbard: 35% av føroysku botnfiskakvotunum í russiskum sjógvi, norskum sjógvi og við Svalbard.
7) Uppsjóvarfiskiskapur í Norðuratlantshavi: 25% av heildarkvotuni av hvørjum fiskaslagi sær.
Stk. 2. Tá avgerast skal, um markið í stk. 1 er rokkið, verður egin árskvota, sum ein rættindahavari sambært heimildunum í hesi løgtingslóg flytur millum ár, roknað upp í egnu árskvotuna hjá rættindahavaranum tað árið, kvotan er flutt frá, og er ikki at rokna sum partur av egnu árskvotuni tað árið, sum kvotan verður flutt til.
Stk. 3. Tá avgerast skal, um markið í stk. 1 er rokkið, vera egnir fiskidagar, egin kvotupartur ella egin árskvota, sum verða avhend fyri eitt ár í senn eftir ásetingunum í hesi løgtingslóg, roknað upp í rættindini hjá tí, ið avhendir.
Stk. 4. Nærstandandi er at skilja sum hjúnafelagi, skyld í stígandi ella fallandi linju, systkin, hjúnafelagi hjá teimum nevndu persónunum og aðrir persónar, ið hava staðið hvørjum øðrum serliga nær.
Stk. 5. Virksemi, har felag og persónur, sum einsamallir ella saman við nærstandandi, beinleiðis ella óbeinleiðis, høvdu ræðið á meira enn ásett í stk. 1, áðrenn 1. januar 2020, kann halda fram, men kann ikki økjast.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum geva undantak frá ásetingunum í stk. 1.
Stk. 7. Broytingar í ognarviðurskiftunum, sambært §§ 11 og 12, skulu góðkennast av landsstýrismanninum. Ætlaðar broytingar skulu fráboðast landsstýrismanninum, áðrenn broytingarnar fara fram. Broytast viðurskiftini soleiðis, at eigarar fara upp um hámarkið í stk. 1, kann landsstýrismaðurin krevja, at viðurskiftini koma í rættlag innan ávísa tíðarfreist. Koma viðurskiftini ikki í rættlag innan tíðarfreistina, fellur tann parturin av samlaðu rættindunum, sum er ov nógv, til landið aftur.
Stk. 8. Í sambandi við viðgerðina av málum sambært stk. 7 kann landsstýrismaðurin krevja upplýsingar og váttanir frá persóni ella felag og krevja, at persónur ella felag útvegar upplýsingar frá nevndarlimum, stjórn, ráðgevum, virkjum o.ø. um ognarviðurskiftini og um veiðu fyri at tryggja, at treytirnar í stk. 1 eru loknar.
Stk. 9. Landsstýrismaðurin kann almannakunngera, hvør persónur ella felag, beinleiðis ella óbeinleiðis, hevur ræðið á veiðirættindum, og hvussu stóran part av rættindunum hesi hava ræði á.
Kapittul 4
Nøgdir at seta av til vinnuligar royndir og verkætlanir
§ 14. 5) Av tøku føroysku kvotunum av ávikavist svartkjafti, norðhavssild og makreli verða 8,5% sett av til vinnuligar royndir og verkætlanir sambært § 49. Menningarkvotur latnar sambært § 60 í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, og sum hava gildi 1. januar 2020, verða roknaðar av nøgdini sambært 1. pkt. Verður lagt um til egnar árskvotur, sambært § 10, stk. 3 ella § 49, stk. 4, verður mongdin tikin av nøgdini sambært 1. pkt.
Stk. 2. 1) (Strikað).
Stk. 3. 1) (Strikað).
Stk. 4. 1) (Strikað).
§ 15. Av tí parti av heildarkvotuni í 2020, sum er lægri ella ájavnt við ásettu mørkini í nr. 1-3, verða ávikavist 14,8%, 8,7% og 8,7% av nøgdini sett av til vinnuligar royndir og verkætlanir sambært § 49:
1) 350.000 tons av svartkjafti.
2) 90.000 tons av makreli.
3) 85.000 tons av norðhavssild.
Stk. 2. Er heildarkvotan í 2020 størri enn mørkini, ásett í stk. 1, nr. 1-3, skal landsstýrismaðurin, umframt nøgdina sett av sambært stk. 1, seta av ta nøgd, sum er omanfyri mørkini, til vinnuligar royndir og verkætlanir sambært § 49.
Stk. 3. 3) 5) Verður lagt um til egnar árskvotur, sambært § 49, stk. 4, verður mongdin tikin av nøgdini sambært stk. 1 og 2. Umløgdu kvoturnar verða stillaðar sambært § 16.
Stk. 2. 1) (Strikað).
Stk. 3. 1) (Strikað).
Stk. 2. 1) (Strikað).
Stk. 3. 1) (Strikað).
Stk. 4. 1) (Strikað).
Stk. 2. 1) (Strikað).
Stk. 2. 1) (Strikað).
§ 16. Fyri rættindi sett av til vinnuligar royndir og verkætlanir sambært § 15, stk. 1, fylgir nøgdin lutfalsliga vøkstrinum og niðurskurðinum í heildarkvotuni upp til mørkini ásett í § 15, stk. 1, nr. 1-3.
Stk. 2. Er heildarkvotan í 2020 ájavnt ella undir mørkunum, ásett í § 15, stk. 1, nr. 1-3, fylgir nøgdin, sett av til vinnuligar royndir og verkætlanir, sambært § 15, stk. 1, frá og við 2021 lutfalsliga vøkstrinum og niðurskurðinum í heildarkvotuni, eisini tá heildarkvotan er oman fyri mørkini.
Stk. 3. Er heildarkvotan í 2020 oman fyri mørkini sambært § 15, stk. 1, nr. 1-3, verður fyri tann partin av heildarkvotuni, sum frá og við 2021 er oman fyri heildarkvotuna í 2020, sett av til vinnuligar royndir og verkætlanir, ein lutfalsligur partur, sum samsvarar við tann lutfalsliga part av kvotuni, sum nøgdin, sett av til vinnuligar royndir og verkætlanir sambært § 15, stk. 1, hevði av heildarkvotuni í 2020.
Stk. 4. Fyri rættindi sett av til vinnuligar royndir og verkætlanir sambært § 15, stk. 2 fylgir nøgdin lutfalsligu broytingunum í heildarkvotuni, tá heildarkvotan er oman fyri heildarkvotuna í 2020. Er heildarkvotan undir heildarkvotuna í 2020, lækkar nøgdin at seta av til vinnuligar royndir og verkætlanir við somu nøgd, sum heildarkvotan lækkar, til heildarkvotan er á markinum sambært § 15, stk. 1, nr. 1-3. Fer heildarkvotan upp um markið, sambært § 15, stk. 1, nr. 1-3, hækkar nøgdin at seta av til vinnuligar royndir og verkætlanir við somu nøgd, sum heildarkvotan er oman fyri markið, til heildarkvotan er ájavnt við heildarkvotuna í 2020.
§ 17. Rættindi, ið falla aftur til landið eftir hesi løgtingslóg, kunnu setast av til vinnuligar royndir og verkætlanir sambært § 49 ella royndarfiskiskap o.a. sambært § 50.
Kapittul 5
Skipan í fiskiskapinum hjá fiskiførum undir føroyskum flaggi í føroyskum sjógvi
Fiskidagaskipan í føroyskum sjógvi
§ 18. 2) 1) Frá og við 2021 ásetir landsstýrismaðurin í kunngerð fiskidagatal fyri hvørt fiskiár fyri hesar bólkar av fiskiførum undir føroyskum flaggi í botnfiskaveiðu í føroyskum sjógvi, tó Føroyabanki undantikin:
1) Bólkur 2: Trolarar 501-3000 HK:
a) Innara fiskidagaleið.
b) Ytra fiskidagaleið.
2) Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons.
3) Bólkur 4: Útróðrarbátar 15-110 tons á veiðu við línu.
4) Bólkur 4 T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons og framtøkumegi minni enn 500 HK á veiðu við troli.
5) Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons á veiðu við húki. Undantiknir eru bátar undir 15 tons, sum eru undir skipan við heimild í § 22, stk. 3.
Stk. 2. 2) Rætturin til fiskidagar sambært stk. 1, nr. 1-5 verður latin teimum, sum í 2019 høvdu henda rætt, ella teimum, sum hesin rættur seinni er fluttur til.
Stk. 3. 2) Tá landsstýrismaðurin ásetir fiskidagatalið í kunngerð, skal hetta gerast eftir eini umsitingarætlan og veiðireglu, sum seta meginreglur um burðardygga stovnsrøkt og fyrisitingarligar mannagongdir um ráðgeving o.tíl.
§ 19. 2) Landsstýrismaðurin ásetir í sambandi við fiskidagar, sambært § 18, stk. 1, nærri reglur um umbýti av døgum millum leiðir og veiðihættir, um at fiskidagar bert kunnu brúkast við fiskiførum við ávísari stødd ella ávísari framtøkumegi, at fiskidagar bert kunnu brúkast á ávísum leiðum, umframt reglur um flokking av fiskiførum, sum verða mátað upp av nýggjum.
Stk. 2. 2) Fyri bólk 5, sambært § 18, stk. 1, ásetir landsstýrismaðurin nærri treytir fyri at fáa fiskiloyvi, umframt reglur um, hvussu ásetta fiskidagatalið hjá bólkinum verður brúkt og býtt millum fullriknar og ikki fullriknar útróðrarbátar, hvør er at meta sum fullrikin og ikki fullrikin útróðrarbátur, og reglur um inntøkumørk og veiðinøgdir.
Stk. 3. 2) Landsstýrismaðurin kann fyri hvønn bólk í hvørjum fiskiári seta fiskidagar av til at lata fiskiførum, sum avreiða livur og annan innvøl av fiski. Fiskidagatalið kann í mesta lagi vera 3% av samlaða fiskidagatalinum í hvørjum bólki, ásett við heimild í § 18, stk. 1. Landsstýrismaðurin ásetir treytir fyri at fáa lut í hesum fiskidøgum.
Stk. 4. 2) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at fiskidagar, sum hvør bólkur, sambært § 18, stk. 1, nr. 1-4, ikki hevur brúkt í fiskiárinum, kunnu flytast til árið eftir, og verða tillutaðir sum felags fiskidagar fyri hvønn bólkin at brúka í tíðarskeiðinum frá 1. oktober til 31. desember, herundir treytir fyri at fáa lut í hesum fiskidøgum.
Stk. 5. 2) (Strikað).
Stk. 6. 2) (Strikað).
Stk. 7. 2) (Strikað).
Stk. 8. 2) (Strikað).
Stk. 9. 2) (Strikað).
Stk. 10. 2) (Strikað).
Stk. 11. 2) (Strikað).
Stk. 12. 2) (Strikað).
Innara og ytra fiskidagaleið
§ 20. Innara fiskidagaleiðin er sjógvurin innan fyri beinar linjur, drignar gjøgnum hesi støð í hesi raðfylgju:
1) 62°47'00"N, 07°12'00"W.
2) 62°47'30"N, 06°30'00"W.
3) 62°42'00"N, 06°00'00"W.
4) 62°28'00"N, 05°00'00"W.
5) 62°00'00"N, 04°30'00"W.
6) 61°30'00"N, 04°50'00"W.
7) 61°15'00"N, 05°00'00"W.
8) 61°15'00"N, 06°00'00"W.
9) 60°35'00"N, 06°09'00"W.
10) 60°26'00"N, 06°10'00"W.
11) 60°26'00"N, 06°32'00"W.
12) 60°35'00"N, 06°35'00"W.
13) 61°23'00"N, 07°30'00"W.
14) 61°25'25"N, 08°01'00"W.
15) 61°32'48"N, 08°20'30"W.
16) 61°49'00"N, 08°41'48"W.
17) 62°18'00"N, 08°45'00"W.
18) 62°38'00"N, 08°03'00"W.
19) 62°47'00"N, 07°12'00"W.
Stk. 2. Ytra fiskidagaleiðin er sjógvurin millum 200 fjórðinga føroyska fiskimarkið og innaru fiskidagaleiðina, ásett í stk. 1, tó verður Føroyabanki ikki tikin við.
Reglur um fiskiorku
§ 21. 2) Fiskiorkan fyri fiskifør í bólkunum sambært § 18, stk. 1 og í fiskiskapi eftir botnfiski í føroyskum sjógvi, sum er skipaður við heimild í § 22, undantikin fiskiskapur, sum er skipaður við mest loyvdu veiðu og egnum árskvotum, skal ikki økjast, tá broytingar verða gjørdar við fiskifarið, sum ávirka metingarvirðið fyri fiskiorku, og í sambandi við flytingar av veiðiloyvum ella avhendingar av fiskidøgum, sambært §§ 28 og 30.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um fiskiorku, og hvussu fiskiorka verður ásett og útroknað, grundað á veiðievni, og mannagongd fyri umsiting av stk. 1.
Aðrar skipanir í fiskiskapi í føroyskum sjógvi
§ 22. 2) Fyri fiskiskap í føroyskum sjógvi, undantikin fiskiskapur skipaður sambært § 18, samanber tó stk. 4, kann landsstýrismaðurin áseta kvotuskipan, fiskidagaskipan ella aðra skipan og nærri reglur um atgongd, býti av tøkum fiskimøguleikum millum bólkar av fiskiførum, einstøk fiskifør og veiðihættir, og hvussu fiskiskapurin skal fara fram.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um at skipa fiskiskapin eftir botnfiski og øðrum djórasløgum á Føroyabanka og um, hvørjir bólkar av fiskiførum ella veiðihættir kunnu gerast partar av skipanini.
Stk. 3. 2) 1) Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um at skipa fiskiskap við opnum, føroyskt bygdum, bátum undir 15 tons í bólki fyri seg uttan fyri fiskidagaskipanina, sambært § 18, stk. 1, nr. 5, og ásetir nærri reglur og mannagongdir um atgongd, fiskiloyvi og hvussu fiskiskapurin skal fara fram.
Kapittul 6
Fiskiskapur við føroyskum skipum uttan fyri føroyskan sjógv
§ 23. Fiskiskapur hjá føroyskum fiskiførum, uttan fyri føroyskan sjógv, verður skipaður samsvarandi sínámillum fiskiveiðiavtalum, samtyktum í økisbundnum fiskiveiðifelagsskapum og eftir millumlanda avtalum. Eru Føroyar ikki partar av avtalu ella samtykt, ella eingin samtykt er um fiskiskap í altjóða sjógvi, ásetir landsstýrismaðurin kvotur, fiskidagar ella aðra skipan.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um býti av tøkum fiskimøguleikum, ið ikki eru bodnir út á uppboði, og hvussu fiskiskapurin skal fara fram.
Stk. 3. Reglur og treytir fyri fiskiskapi hjá føroyskum fiskiførum í fiskiveiðiløgdøminum hjá teimum londum, Føroyar hava sínámillum fiskiveiðiavtalu við, eru tær, sum eru galdandi í fiskiveiðiløgdøminum hjá viðkomandi landi.
Stk. 4. Føroyskt fiskifar kann ikki fara til fiskiskap í fiskiveiðiløgdøminum hjá londum, Føroyar ikki hava sínámillum fiskiveiðiavtalu við, ella fiska av rættindum, ið ikki eru fevnd av slíkari avtalu, uttan við loyvi og góðkenning frá landsstýrismanninum.
Stk. 5. Føroyskt fiskifar kann ikki fara til fiskiskap uttan fyri fiskiveiðiløgdømið hjá strandarlondum uttan fiskiloyvi frá landsstýrismanninum.
Stk. 6. Fyri øll før undir føroyskum flaggi og á øllum leiðum krevst loyvi frá Fiskiveiðieftirlitinum fyri at fáast við slíkt, ið knýtt er at fiskiskapi, so sum at umskipa veiðu, uppskipa veiðu, virka umborð, pakka ella á annan hátt handfara veiðu ella úrdrátti úr veiðu, umskipa útgerð ella ankra við tí í hyggju at taka lut í umskiping av veiðu ella taka inn útgerð.
§ 24. Landsstýrismaðurin kann loyva eigara av fiskifari undir føroyskum flaggi, fyri eitt fiskiár í senn, og uttan mun til ásetingarnar í §§ 30 og 31, at býta um rættindi til fiskiskap, avmarkað til altjóða sjógv, sum eru tillutað sum egin árskvota ella egnir fiskidagar, við eigara av fiskifari undir fremmandum flaggi. Treyt er, at slíkt umbýti av rættindum er skipað við sáttmálum ella samtyktum í økisbundnum fiskiveiðifelagsskapum, sum Føroyar eru partur av, og at myndugleikarnir í báðum londum hava góðkent umbýtið.
Stk. 2. Veiðirættindi, ið eru partar av umbýti sambært stk. 1, verða ikki tikin við í uppgerð sambært § 36.
Stk. 3. Veiðirættindi, avmarkað til altjóða sjógv, sum eru fingin í umbýti sambært samtyktum í økisbundnum fiskiveiðifelagsskapum, verða ikki roknað upp í føroysku heildarkvotuna av viðkomandi fiskaslagi.
Kapittul 7
Fiskiskapur í føroyskum sjógvi við fiskiførum undir fremmandum flaggi
§ 25. Í føroyskum sjógvi er bannað førum undir fremmandum flaggi at reka fiskiskap uttan við loyvi frá landsstýrismanninum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann loyva vinnuligum fiskiskapi í føroyskum sjógvi við fiskiførum, sum eru undir fremmandum flaggi, um fiskiskapurin er sambært sínámillum fiskiveiðiavtalum ella millumtjóðaavtalum, sum Føroyar eru partur av.
Stk. 3. Fiskifør undir fremmandum flaggi hava loyvi at reka fiskiskap í føroyskum sjógvi sambært teimum treytum, sum eru avtalaðar millum myndugleikarnar í hesum londum og í Føroyum.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um fiskiskap hjá fiskiførum undir fremmandum flaggi í føroyskum sjógvi samsvarandi § 34.
§ 26. Í føroyskum sjógvi og í føroyskum havnum er bannað førum undir fremmandum flaggi at fáast við at umskipa veiðu, uppskipa veiðu, virka umborð, pakka ella á annan hátt handfara veiðu ella úrdrátt úr veiðu, umskipa útgerð ella ankra við tí í hyggju at taka lut í umskiping av veiðu ella taka inn útgerð.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann geva undantak frá forboðnum í stk. 1 og áseta nærri treytir hesum viðvíkjandi.
§ 27. Bannað er førum undir fremmandum flaggi at koma í føroyska sjóumveldið ella í føroyska havn, hava tey framt ólógligan, ófráboðaðan ella óskipaðan fiskiskap, ella hava stuðlað slíkum fiskiskapi uttan fyri føroyskan sjógv, tó undantikið í skaðaleysari gjøgnumsigling. Eru førini komin í føroyskt sjóumveldi ella í føroyska havn, kann bann setast fyri at veita teimum tænastur, eitt nú olju, útgerð, flutning av veiðu, manningarskifti, vistir og viðlíkahald.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um forboðið, sambært stk. 1, og um treytir og mannagongd, tá før undir fremmandum flaggi koma í føroyska sjóumveldið ella í føroyska havn.
Kapittul 8
Flyting og avhending av veiðirættindum
Flyting og samanlegging av veiðiloyvum
§ 28. 3) 1) Veiðiloyvi kann við loyvi frá landsstýrismanninum verða flutt á annað fiskifar við veiðiloyvi ella á fiskifar við ongum veiðiloyvi. Tá veiðiloyvið verður flutt, verða samstundis flutt øll veiðirættindi, fiskifarið hevur rætt til.
Stk. 2. 2) 1) Tá veiðiloyvið hjá fiskifari, sum hevur fiskidagar í bólki sambært § 18, stk. 1, nr. 1-4, verður flutt, skal fiskiorkan ikki økjast. Somuleiðis er treyt, at fiskifarið, sum veiðiloyvið verður flutt á, er innan fyri tey mørk fyri stødd ella framtøkumegi, ið galda fyri bólkin.
Stk. 3. 2) 1) Tá veiðiloyvið hjá fiskifari, ið hevur veiðirættindi sambært § 22, undantikin fiskiskapur, sum er skipaður við mest loyvdu veiðu og egnum árskvotum, verður flutt, skal fiskiorkan ikki økjast.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um fiskiorku, og hvussu fiskiorka verður ásett og útroknað, grundað á veiðievni, og um mannagongd og treytir fyri flyting av veiðiloyvum sambært hesi grein.
Stk. 5. 2) Skiftir fiskifar við veiðiloyvi eigara, kann veiðiloyvið fylgja fiskifarinum, um nýggi eigarin lýkur treytirnar fyri at reka vinnuligan fiskiskap undir føroyskum flaggi í hesi løgtingslóg.
Tilsøgn um at varðveita veiðiloyvið
§ 29. Landsstýrismaðurin kann eftir umsókn veita eigara av fiskifari, sum verður tikið úr vinnuligum fiskiskapi, tilsøgn um, at veiðiloyvið innan 2 ár kann verða flutt á annað fiskifar eftir ásetingunum í § 28.
Stk. 2. Tilsagnarhavari kann avhenda øðrum tilsøgnina við teimum treytum og rættindum, ið eru knýtt at tilsøgnini.
Stk. 3. Í tíðini, tilsøgnin stendur við, og veiðiloyvið ikki er á ávísum fiskifari, kann fiskiloyvi ikki skrivast út til tilsagnarhavara.
Stk. 4. Frá tí, at veiðiloyvi í tilsøgn sambært stk. 1 er flutt á fiskifar, kann eigarin av fiskifarinum ikki fáa tilsøgn sambært stk. 1, fyrr enn eitt ár er gingið.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum víkja frá 2 ára tíðarfreistini í stk. 1.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um mannagongd og treytir fyri at varðveita veiðiloyvið.
Avhending av fiskidøgum
§ 30. 3) 2) 1) 8) Egnir fiskidagar kunnu avhendast øðrum fiskifari undir føroyskum flaggi við veiðiloyvi fyri eitt fiskiár í senn ella endaliga. Tá fiskidagar í bólki sambært § 18, stk. 1, nr. 1-4 verða avhendir, er treytin, at fiskifarið, sum dagar verða avhendir til, er innan fyri tey mørk fyri stødd ella framtøkumegi, ið skilmarka bólkin.
Stk. 2. 8) Fyri at avhenda fiskidagar, skulu frá og við 1. januar 2025 í minsta lagi 60% av tillutaðu fiskidøgunum fiskiárið frammanundan vera brúktir við tí í fiskiloyvinum nevnda fiskifari.
Stk. 3. Fiskidagar, sum eru avhendir endaliga, skulu stillast í sama lutfalli, sum felags fiskidagarnir í bólkinum verða stillaðir.
Stk. 4. 1) Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um fiskiorku og mannagongd fyri avhending av fiskidøgum.
Avhending av kvotum
§ 31. 3) 2) Egin kvotupartur og egin árskvota kunnu avhendast øðrum fiskifari undir føroyskum flaggi við veiðiloyvi fyri eitt fiskiár í senn ella endaliga. Undantiknar eru egnar árskvotur hjá fiskiførum undir 15 tons.
Stk. 2. 8) Fyri at avhenda egnan kvotupart ella egna árskvotu, skulu frá og við 1. januar 2025 í minsta lagi 60% av tillutaðu kvotuni av fiskaslagnum, ið verður avhendað, vera fiskað fiskiárið frammanundan við tí í fiskiloyvinum nevnda fiskifari. Nýtslan verður gjørd upp fyri hvønn fiskiskap á ávísari fiskileið sær. Makrelur er undantikin brúkstreytini.
Stk. 3. 8) Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um í serligum førum at geva undantak frá treytini sambært stk. 2, 1. pkt. fyri avhending fyri eitt fiskiár í senn.
Stk. 4. 8) Kvotur, sum eru avhendar endaliga, skulu stillast í sama lutfalli, sum felags árskvotan broytist hvørt ár, ella eftir reglum ásettar í hesi løgtingslóg.
Stk. 5. 8) Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um mannagongd fyri avhending av kvotum sambært hesi grein.
Avhending og flyting av loyvum og rættindum í bólki 5, smábátar
§ 32. 2) 1) Fiskiloyvi til fiskiskap í bólki 5, sambært § 18, stk. 1, nr. 5, kann flytast á annan bát uttan fiskiloyvi í sambandi við, at bátur verður skiftur út, treytað av, at fiskiorkan ikki økist. Loyvt er ikki at flyta fiskiloyvi á bát størri enn 15 tons.
Stk. 2. 2) 1) Fiskiloyvi hjá tveimum bátum í bólki 5, sambært § 18, stk. 1, nr. 5, kann flytast á annað fiskifar við ongum fiskiloyvi treytað av, at fiskiorkan ikki økist. Loyvt er ikki at flyta fiskiloyvi á fiskifar størri enn 15 tons.
Stk. 3. 2) Skiftir fiskifar við fiskiloyvi eigara, kann fiskiloyvið fylgja fiskifarinum, um nýggi eigarin lýkur treytirnar fyri at reka vinnuligan fiskiskap undir føroyskum flaggi í hesi løgtingslóg.
Stk. 4. 2) 1) Landsstýrismaðurin kann eftir umsókn veita eigara av fiskifari í bólki 5, sambært § 18, stk. 1, nr. 5, sum verður tikið úr vinnuligum fiskiskapi, tilsøgn um, at fiskiloyvið innan tvey ár kann flytast á annað fiskifar samsvarandi stk. 1 ella stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum víkja frá 2 ára tíðarfreistini.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um mannagongd og treytir fyri umsiting av hesi grein.
§ 33. 2) 1) Onnur rættindi enn fiskidagar sambært § 18, stk. 1, nr. 5, sum eru latin fiskiførum undir 15 tons, kunnu flytast ella avhendast eftir nærri reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir.
Kapittul 9
Almennar ásetingar fyri fiskiskapi
§ 34. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um:
1) Økisfriðingar og friðingartíðir.
2) Minstamát á fiski og vernd av ungfiski.
3) Fiskireiðskap og veiðihættir.
4) Hjáveiðu av fiski og øðrum djórum.
5) Vernd av ávísum djórum, fugli og plantum og vistskipanum.
6) Nýtslu og virking av veiðu.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur, sum áleggja teimum, ið fiska, at taka ímóti, umskipa, flyta, leggja upp, goyma, virka og selja fisk og fiskaúrdrátt:
1) Skyldu at føra veiðidagbók og framleiðslubók.
2) Skyldu at lata inn veiðitøl, dagbøkur, vektarseðlar, upplýsingar um avreiðingar, uppruna og aðrar upplýsingar um fiskiskap til eftirlitsendamál, uppgerð av veiðigjøldum og avreiðingargjøldum ella til hagtalsendamál, og treytir um, hvussu hesar skulu sendast myndugleikanum.
3) Treytir um, at veiða bert kann landast um innvigingarskipan, sum er góðkend av Fiskiveiðieftirlitinum.
4) Skyldu at hava umborð eygleiðarar at gera kanningararbeiði í sambandi við fiskiveiðu. Farið ber útreiðslurnar til kost og innivist. Landsstýrismaðurin kann harumframt áleggja førunum at bera allar aðrar útreiðslur av eygleiðarum. Eygleiðarar hava loyvi at nýta samskiftisútgerðina umborð til tess at hava samband við Fiskiveiðieftirlitið og við aðrar myndugleikar.
5) Treytir um at hava umborð og at brúka útgerð, sum til einhvørja tíð kann samskifta og regluliga senda knattstøður, veiðifráboðanir o.tíl. til eftirlitsendamál, og at fiskifarið ber útreiðslur fyri útgerð og samskifti.
6) Treytir um innrætting og útbúnað í sambandi við hagreiðing, virking og goymslu av veiðu umborð og krav um, at skip hava góðkendar tekningar av lastarrúmum og skipinum annars.
7) Treytir um at skráseta og merkja veiðu og úrdrátt úr veiðu umborð, lastarplan o.tíl.
8) Treytir um, hvussu reiðskapur, sum ikki verður brúktur, skal goymast.
9) Umrokning av fiski og fiskaúrdrátti til runda vekt.
10) Skyldu at taka sýni ella stakroyndir av veiðu.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at upplýsingar skulu skrásetast og sendast myndugleikanum elektroniskt, og kann áseta nærri reglur um elektroniska samskiftið.
Stk. 4. 3) 1) Landsstýrismaðurin kann loyva, at upp til 10% av egnari árskvotu hjá ávísa fiskifarinum kunnu flytast til árið eftir, og at upp til 10% kunnu fiskast upp um egna árskvotu í einum fiskiári. Ov nógv fiskað í einum ári verður mótroknað í egnu árskvotuni fiskiárið eftir. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum loyva, at meiri enn 10% av egnu árskvotuni hjá ávísum fiskifari verða flutt millum ár, og at felags árskvotur verða fluttar millum ár.
Stk. 5. 6) 1) Hóast ásetingina í stk. 4 kann landsstýrismaðurin loyva, at meira enn 10% av egnari árskvotu hjá ávísum fiskifari og felags árskvotur av makreli, norðhavssild ella svartkjafti í 2021 kann flytast til at verða fiskað í 2022.
Stk. 6. 6) Flutt kvota, sambært hesi grein, verður ikki tikin við í uppgerð av egnari árskvotu hjá ávísum fiskifari ella felags árskvotu tað árið, ið kvotan verður flutt til.
Stk. 7. 6) Landsstýrismaðurin kann skipa fyri fiskiskapi út frá landi og í áum, vøtnum, ósum og løkum, og áseta nærri reglur um minstamát, friðað øki, friðingartíðir, fiskireiðskap og nýtslu teirra, fiskihættir, avmarkingar av veiðinøgd, veiðiorku og onnur tiltøk.
Veiða til húsbrúks og ferðavinnufiskiskapur
§ 35. Veiða til húsbrúks er ikki loyvd við fiskifari skrásett undir fremmandum flaggi. Tað er ikki loyvt at avreiða ella á annan hátt selja veiðu til húsbrúks. Minni stuttleikafiskikapping, har veiðan verður seld, og møguligur peningaligur vinningur av sølu fer til vælgerandi endamál, krevur ikki loyvi.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um veiðu til húsbrúks, m.a. reiðskap, fiskileiðir, friðað øki, veiðinøgd, bann fyri at fiska ávíst fiskaslag, ella um serligt loyvi krevst til ávíst djóraslag ella fiskaslag.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann geva serstakt loyvi til fiskiskap í føroyskum sjógvi í sambandi við ferðavinnu og kann áseta nærri reglur um treytir fyri fiskifari, fiskiskapi, fiskileiðir, friðað øki, veiðinøgdir, reiðskapi o.a. Loyvt er ikki at avreiða veiðu frá slíkum fiskiskapi.
Brúksskylda
§ 36. 2) 8) Veiðiloyvi, sum ikki er brúkt í tvey fiskiár á rað, fellur aftur til landið, samanber tó § 29. Tá veiðiloyvi fellur aftur til landið, falla veiðirættindini, sum eru knýtt at tí ávísa fiskifarinum í fiskiloyvum, eisini aftur til landið. Fyrsta tíðarskeiðið fyri uppgerð av nýtslu byrjar 1. januar 2023.
Stk. 2. 8) Hevur fiskifar ikki brúkt rættin til fiskiloyvi til egnar fiskidagar ella egnar kvotur í tvey fiskiár á rað, fellur rætturin til fiskiloyvið aftur til landið. Hevur fiskifar rætt til meira enn eitt fiskiloyvi til fiskiskap eftir ávísum fiskaslagi á ávísari fiskileið, verða fiskiloyvini roknað undir einum. Veiðirættindi, avhendað fyri eitt fiskiár í senn sambært §§ 30 ella 31, verða roknað upp í uppgerðina av brúki hjá avhendara og verða roknað sum ikki brúkt. Fyrsta tíðarskeiðið fyri uppgerð av nýtslu byrjar 1. januar 2023.
Stk. 3. 8) Hóast ásetingina í stk. 2 kann landsstýrismaðurin í serstøkum førum geva einstøkum fiskiførum undantak.
Stk. 4. 8) Brúksskyldan sambært stk. 2 fevnir ikki um:
1) fiskiloyvi latin útróðrarbátum sambært § 18, stk. 1, nr. 5 og onnur fiskiloyvi latin útróðrarbátum undir 15 tons,
2) rættindi keypt á uppboði í 2018 og 2019 í gildistíðini sambært § 9,
3) rættindi, ið er partur av umbýti sambært § 24, og
4) fiskiloyvi latin til fiskiskap eftir makreli.
Stk. 5. 8) (Strikað).
Stk. 6. 8) (Strikað).
Stk. 7. 8) (Strikað).
Forboð fyri útblaking
§ 37. Tað er bannað at blaka veiðu fyri borð.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann geva undantak frá banninum sambært stk. 1.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um skyldu at føra til lands onnur djór, plantur, havsúgdjór og sjófugl ella skyldu at boða frá ella skráseta tílíka hjáveiðu.
Virking umborð
§ 38. Tað er ikki loyvt at virka veiðu umborð á fiskiførum undir føroyskum flaggi í føroyskum sjógvi.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann geva undantak frá banninum sambært stk. 1.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, hvat virking umborð fevnir um, og um mannagongd og treytir fyri umsiting av stk. 2.
Umskiping
§ 39. Tað er ikki loyvt at umskipa, taka veiðu úr reiðskapi hjá øðrum fiskifari ella taka inn reiðskap, sum annað fiskifar hevur tóvað ella sett, uttan við loyvi frá Fiskiveiðieftirlitinum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um mannagongd og treytir fyri umsiting av stk. 1.
Alt í land
§ 40. Landsstýrismaðurin kann gera reglur, sum áleggja fiskiførum at føra til lands innvøl, rygg, skræðu, høvd o.tíl. av fiski. Reglurnar skulu hava ásetingar um, hvat skyldan fevnir um, og ásetingar um tillagingartíð.
Landing í Føroyum
§ 41.9) Veiða á fiskiførum undir føroyskum flaggi skal landast og avreiðast um bryggjukant í Føroyum, tó kunnu í mesta lagi 15% av veiðuni fyri hvørt fiskaslag sær, gjørd upp 31. desember fyri árið frammanundan, landast og avreiðast uttanlands.
Stk. 2. 9) Umframt undantakið frá at landa um bryggjukant í Føroyum, sambært stk. 1, 2.-4. lið, kann landsstýrismaðurin áseta nærri reglur um, hvørji fiskasløg, fiskaúrdráttir ella fiskiskapur, heilt ella lutvíst, ella í avmarkað tíðarskeið, eru undantikin avmarkingunum sambært stk. 1.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann somuleiðis eftir umsókn geva undantak frá kravinum í stk. 1.
Stk. 4. Reglur og avgerðir sambært stk. 2 og 3 skulu vera grundaðar á meting um m.a. sølumøguleikar fyri ávís fiskasløg og ávísan fiskaúrdrátt í Føroyum, virðisøking í Føroyum og fjarstøðu frá fiskileiðum.
Stk. 5. Er veiða landað uttanlands í ósamsvari við stk. 1 og 2, skal eigarin av fiskifarinum rinda eitt gjald til landskassan, sum samsvarar við 30% av søluvirðinum av tí nøgd, sum er avreidd uttanlands.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um uppgerð, gjaldfreist og rentu. Gjaldið, saman við rentu og møguligum innkrevjingarkostnaði, kann krevjast inn við panting. TAKS fremur panting eftir reglunum um innkrevjing av skattum.
Uppboðssøla av veiddum fiski
§ 42. 3) 2) 1) Landsstýrismaðurin kann gera reglur um, at veiða hjá føroyskum fiskifari skal seljast um góðkenda uppboðssølu í Føroyum og treytir fyri søluni. Undantikið er veiða av rættindum latin bólki 5 sambært § 18, stk. 1, nr. 5. Reglurnar skulu áseta, hvørji fiskasløg og hvussu stórur partur av veiðuni er fevndur av kravinum, og hvørji tíðarskeið veiðan verður gjørd upp.
Manningarviðurskifti
§ 43. Skipari og manning á fiskifari undir føroyskum flaggi, sum fiskar av føroyskum veiðirættindum, og manning á móttøkuskipi undir føroyskum flaggi, sum tekur ímóti fiski, skulu lønast samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg.
Stk. 2. Áðrenn fiskiloyvi verður latið, skal eigari av fiskifari, sum søkir um fiskiloyvi, vátta, at skipari og manning á fiskifari í tí ávísa fiskiskapinum verða lønt samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg. Er ávísur fiskiskapur ikki fevndur av sáttmálum við føroysk manningarfeløg, skal tann, sum søkir fiskiloyvi, í hvørjum einstøkum føri vátta, at lønarviðurskiftini hjá skipara og manning eru staðfest í skrivligari avtalu millum avvarðandi manningarfeløg og ábyrgdaran av fiskifarinum, sum ávíst í fiskiloyvinum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri treytir um, at skipari og manning á fiskifari undir føroyskum flaggi, sum fiskar av føroyskum veiðirættindum, og manning á móttøkuskipi undir føroyskum flaggi, sum tekur ímóti fiski, skulu hava arbeiðsloyvi og uppihaldsloyvi í Føroyum.
Kapittul 10
Annað sjófeingi
§ 44. Reglurnar í §§ 45-48 fevna um gagnnýtslu av øðrum sjófeingi, ið kemur úr føroyskum sjógvi.
§ 45. Sum annað sjófeingi er í hesari løgtingslóg at skilja alt lívfrøðiligt, evnafrøðiligt og alisfrøðiligt tilfar, sum stavar frá livandi verum, t.d. djórum, plantum og smáverum.
Stk. 2. Við marina bioprospektering er at skilja málrættað leiting, innsavning og goymsla av sjófeingi við tí endamáli at finna fram til eginleikar ella úrdráttir úr tilfarinum, sum kunnu gagnnýtast vinnuligt.
§ 46. At gagnnýta annað sjótilfeingi, t.d. arvatilfar, sum stavar úr føroyskum sjógvi, kann bara gerast við loyvi frá landsstýrismanninum.
Stk. 2. Marin bioprospektering í føroyskum sjógvi kann bara fara fram við loyvi frá landsstýrismanninum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri treytir fyri loyvum sambært hesi grein.
§ 47. Í loyvum, givin eftir § 46, kunnu setast treytir um:
1) at framíhjárættindi, sum eru vunnin í sambandi við gagnnýtslu av sjófeingi, funnið í føroyskum sjógvi, skulu falla til landið, og
2) at annað sjófeingi, og úrslit av bioprospektering, ikki kann avhendast ella breiðast út uttan loyvi og eftir nærri tilskilaðum treytum.
§ 48. Er annað sjófeingi, sum stavar úr føroyskum sjógvi, gagnnýtt uttan loyvi, kann landsstýrismaðurin áleggja treytir sambært § 47.
Kapittul 11
Vinnuligar royndir, royndarfiskiskapur o.a.
Vinnuligar royndir og verkætlanir
§ 49. 3) 4) Av kvotunum av svartkjafti, norðhavssild og makreli, sambært § 14, stk. 1 og § 15 og rættindum sambært § 17, verða í minsta lagi 50% latin til vinnuligar royndir og verkætlanir, ið hava við sær menning, nýskapan og virðisøking í gagnnýtsluni av nevndu fiskasløgum. Av nøgdini sambært 1. pkt. kann kvota eisini verða latin umsøkjarum í sambandi við verkætlan, ið fevnir um ítøkiligt keyp umsøkjarans av fiskifari uttan veiðiloyvi ella uttan fiskiloyvi í bólki 5, sum tó, áðrenn endalig tilsøgn kann verða givin, lýkur treytirnar sambært § 5, stk. 1, nr. 2-5. Tilsøgn um kvotu sambært 2. pkt. kann verða latin, um landsstýrismaðurin við støði í umsóknartilfarinum og umstøðunum annars metir, at íløgan í fiskifarið kann bera seg við teimum minstu nøgdunum, ið søkt verður um. Um umsóknin verður gingin á møti, letur landsstýrismaðurin fiskifari, ið ikki frammanundan hevur veiðiloyvi, ávikavist fiskiloyvi í bólki 5, eitt fyribils veiðiloyvi ávikavist fyribils fiskiloyvi í bólki 5, sum er galdandi í tíðarskeiðinum endaliga tilsøgnin er í gildi. Fiskifarið kann við fyribils veiðiloyvinum ávikavist fyribils fiskiloyvinum í bólki 5 fiska av tillutaðu nøgdunum sambært endaligu tilsøgnini, og fiskifarið kemur annars í tíðarskeiðinum endaliga tilsøgnin er í gildi undir somu rættindi og skyldur sum eigarar av fiskifari við veiðiloyvi ávikavist fiskiloyvi í bólki 5, tó uttan at vera fevnt av § 7, stk. 1 og 2. Fiskifar við fyribils veiðiloyvi, ávikavist fyribils fiskiloyvi í bólki 5, kann fáa endaligt veiðiloyvi, ávikavist endaligt fiskiloyvi, um treytirnar fyri hesum eru loknar sambært stk. 4, 3. pkt. Umsøkjarar skulu lúka treytirnar ásettar í stk. 3, og umsøkjarar eftir kvotum sambært 1. pkt. skulu harumframt lúka treytirnar ásettar í stk. 5.
Stk. 2. 3) 5) Av kvotunum av svartkjafti, norðhavssild og makreli, sambært § 14, stk. 1, §§ 15-16 og rættindi sambært § 17, verður írestandi nøgdin í mun til stk. 1 latin fyri at styrkja um kvotugrundarlagið hjá ávísum fiskifari, hvørs eigari lýkur treytirnar ásettar í stk. 3. Landsstýrismaðurin kann, eftir umsókn, í tilsagnartíðarskeiðinum loyva, at kvota, latin sambært hesum stykki, kann verða flutt á annað fiskifar, sum eigarin útvegar sær ístaðin.
Stk. 3. 3) Bert feløg ella persónar, sum hvør sær ella saman við nærstandandi ella øðrum, beinleiðis ella óbeinleiðis, og sum í mesta lagi hava ræði á 8% av heildarkvotuni av hvørjum fiskaslagi sær, sambært stk. 1 og 2, kunnu fáa lut í kvotu sambært stk. 1 og 2. Ræðið, sambært 1. pkt., verður roknað sum egnar árskvotur sum partur av heildarkvotuni. Um felag ella persónur eigur minni enn 20% av øllum eginpeninginum í felagi sambært 1. pkt., harundir partapeninginum, umframt minni enn 20% av atkvøðurættinum og avgerðarrættinum í felagnum, verður ræðið hjá felagnum ella persóninum, sum eigur minni enn 20%, ikki roknað uppí tey 8%. Uppboðssølurættindi verða javnsett við aðrar egnar árskvotur.
Stk. 4. 3) 1) 5) Tilsøgn um kvotu sambært hesi grein kann verða latin í upp til fimm ár. Fiskiloyvi verður latið upp til eitt ár í senn og kann bert verða endurnýggjað, um treytirnar í tilsøgnini eru hildnar. Er tilsøgn givin til veiðu eftir ávísum fiskaslagi sambært stk. 2, kann landsstýrismaðurin í tilsagnartíðarskeiðnum, ella um tilsøgn er givin sambært stk. 1 í fyrsta lagi 1. januar 2023, eftir umsókn taka avgerð um at leggja kvoturnar um til egnar árskvotur, um mett verður, at grundarlag er fyri framhaldandi og burðardyggum fiskiskapi, og treytirnar í loyvinum annars hava verið loknar, og loyvishavarin lýkur vanligu treytirnar ásettar í §§ 11-13. Verður lagt um til egnar árskvotur, verður mongdin tikin av nøgdini sambært § 14 og § 15, stk. 1 og 2.
Stk. 5. 3) 2) 4) Endalig tilsøgn um kvotu sambært stk. 1, 1. pkt. er treytað av, at umsøkjari innan ávísa tíðarfreist knýtir vinnuligu royndina ella verkætlanina sambært stk. 1, 1. pkt. at ávísum fiskifari við veiðiloyvi ella við fiskiloyvi í bólki 5.
Stk. 6. 3) 2) 4) Landsstýrismaðurin letur fiskifari við veiðiloyvi ella við fiskiloyvi í bólki 5 serstakt fiskiloyvi til at fiska av kvotu fevnd av stk. 1, 1. pkt. Somuleiðis letur landsstýrismaðurin fiskifari við fyribils veiðiloyvi ella við fyribils fiskiloyvi í bólki 5 serstakt fiskiloyvi til at fiska av kvotu sambært stk. 1, 2. pkt. og stk. 2.
Stk. 7. 3) 4) Í sambandi við kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir, sambært stk. 1, 1. pkt., kann landsstýrismaðurin í serligum førum geva undantak frá kravinum um veiðiloyvi sambært stk. 5.
Stk. 8. 3) 4) Broytingar í viðurskiftunum sambært hesi grein skulu góðkennast av landsstýrismanninum. Ætlaðar broytingar skulu fráboðast landsstýrismanninum, áðrenn broytingarnar kunnu fara fram. Broytast viðurskiftini soleiðis, at tey ikki eru samsvarandi hesi grein ella galdandi treytum í tilsøgn, kann landsstýrismaðurin krevja, at viðurskiftini koma í rættlag innan nærri ásetta tíðarfreist, um útlit eru fyri tí. Koma viðurskiftini ikki í rættlag innan tíðarfreistina, ella eingi útlit eru fyri tí, kann landsstýrismaðurin taka tilsøgnina aftur, og rættindini falla aftur til landið.
Stk. 9. 3) Í sambandi við viðgerðina av málum sambært hesi grein kann landsstýrismaðurin krevja upplýsingar og váttanir frá persóni ella felag og krevja, at persónur ella felag útvegar upplýsingar frá nevndarlimum, stjórn, ráðgevum, virkjum o.ø. um viðurskiftini, ið eru av týdningi fyri viðgerð av málum sambært hesi grein.
Stk. 10. 3) Landsstýrismaðurin ásetir, hvussu kvotan verður býtt millum stk. 1 og 2, treytir fyri at fáa lut í kvotum sambært stk. 1 og 2 og mannagongdir og treytir í sambandi við umsóknir. Somuleiðis kann landsstýrismaðurin í fiskiloyvinum áseta treytir um fiskileiðir, veiðihættir, tíðarskeið o.a. og aðrar treytir samsvarandi § 34.
§ 49 a. 1) Landsstýrismaðurin kann loyva, at óbrúktar nøgdir av makreli, norðhavssild og svartkjafti, latnar til vinnuligar royndir og verkætlanir sambært § 49, stk. 1 og 2 í 2021, íroknað nøgdir fluttar frá 2020, kunnu verða fluttar til at verða fiskaðar í 2022.
Stk. 2. Flutt kvota sambært hesi grein verður ikki roknað sum partur av føroysku kvotuni tað árið, ið kvotan er flutt til.
Royndarfiskiskapur o.a.
§ 50. 2) 4) Landsstýrismaðurin kann, uttan mun til galdandi avmarkingar eftir hesi løgtingslóg, eftir ummæli frá Havstovuni, lata fiskifari við veiðiloyvi ella við fiskiloyvi í bólki 5 serstakt fiskiloyvi til royndarfiskiskap ella til fiskiskap, sum er liður í eini undirvísingarætlan. Somuleiðis kann landsstýrismaðurin, uttan mun til galdandi avmarkingar eftir hesi løgtingslóg, eftir ummæli frá Havstovuni, lata fiskifari undir føroyskum flaggi uttan veiðiloyvi ella uttan fiskiloyvi í bólki 5 serstakt fiskiloyvi til royndarfiskiskap ella til fiskiskap, sum er liður í eini undirvísingarætlan.
Stk. 2. 4) Landsstýrismaðurin kann í serligum førum geva undantak frá kravinum um føroyskt skrásett fiskifar.
Stk. 3. 3) Loyvi til royndarfiskiskap kann latast til somu royndarverkætlan og víðarimenning av hesi í samanlagt fimm ár. Hvørt loyvisskeið kann tó í mesta lagi vara eitt ár í senn, og neyðugt er at søkja um nýtt loyvi til hvørt loyvisskeið.
Stk. 4. 2) 1) Landsstýrismaðurin kann eftir umsókn lata persóni, felag ella eigara av fiskifari rætt at troyta ávís veiðirættindi upp til eitt ár í senn í sambandi við vinnuligar fiskiroyndir. Umsóknin skal vera knýtt at ávísum fiskifari undir føroyskum flaggi við veiðiloyvi ella við fiskiloyvi í bólki 5, sambært § 18, stk. 1, nr. 5.
Stk. 5. 4) Fiskifar, ið ikki frammanundan hevur veiðiloyvi, er avmarkað til bert at fiska av tillutaðu nøgdunum sambært endaligu tilsøgnini, uttan so at annað er ásett í løgtingslógini. Er loyvi givið ávísum fiskifari til royndarveiðu, sambært stk. 1, eftir ávísum fiskaslagi í samanhangandi tíðarskeið áljóðandi í minsta lagi 5 ár, kann landsstýrismaðurin eftir umsókn lata fiskifari fiskiloyvi til ávísa fiskaslagið, um mett verður, at grundarlag er fyri varandi og burðardyggum fiskiskapi, og treytirnar í royndarloyvinum annars hava verið loknar, og loyvishavarin lýkur vanligu treytirnar ásettar í §§ 11-13. Fiskifarið fær tá veiðiloyvi, ávikavist fiskiloyvi í bólki 5, um fiskifarið frammanundan ikki hevur veiðiloyvi, ávikavist fiskiloyvi, og rættindini til ávísa fiskaslagið verða tá knýtt at tí ávísa fiskifarinum í fiskiloyvi.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um mannagongd og treytir í umsitingini av stk. 1-4 og kann í loyvinum áseta treytir um fiskasløg, fiskileiðir, veiðihættir, tíðarskeið o.a., og aðrar treytir samsvarandi § 34.
Kapittul 12
Fiskirannsóknir og havrannsóknir
§ 51. Havstovan ger kanningar av livandi tilfeinginum og umhvørvi tess í føroyskum sjógvi og á teimum havleiðum, har føroyska fiskivinnan hevur áhugamál, luttekur í menning av reiðskapi og fiskiskapi, kunnar landsins myndugleikar, vinnu og almenning um granskingarúrslit, og ráðgevur um gagnnýtslu av tilfeinginum.
Stk. 2. Uttan mun til galdandi avmarkingar eftir hesi løgtingslóg hevur Havstovan loyvi at gera vísindaligar rannsóknir í føroyskum sjógvi.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann lata fiskiloyvi at troyta ávís veiðirættindi upp til eitt ár í senn, sum samsýning fyri at gera rannsóknir fyri Havstovuna. Landsstýrismaðurin kann lata rættindini sum egnar árskvotur ella egnir fiskidagar upp til eitt ár í senn. Henda kvota kann flytast at verða fiskað fiskiárið eftir.
Stk. 4. Havstovan kann gera neyðugar kanningar av øllum landingum í Føroyum.
Kapittul 13
Avgreiðslugjøld
§ 52. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um gjald fyri avgreiðslu av loyvum sambært hesi løgtingslóg, flyting og avhending av veiðiloyvum og fiskiloyvum, kvotum og fiskidøgum, og loyvi til umskiping og til móttøkuskip.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um gjald fyri endurrindan av útreiðslum í sambandi við tænastur, sum verða veittar eftir áheitan.
Kapittul 14
Fiskiveiðieftirlit
§ 53. Fiskiveiðieftirlitið hevur eftirlit við, at reglurnar í hesi løgtingslóg, og reglur ásettar við heimild í hesi løgtingslóg, verða hildnar, tó § 43, stk. 1 og 2 undantikið. Um neyðugt kann Fiskiveiðieftirlitið gera samstarvsavtalur við aðrar myndugleikar um at útinna fiskiveiðieftirlitsuppgávur eftir hesi løgtingslóg.
§ 54. Fiskiveiðieftirlitið kann áleggja fiskiførum at taka reiðskap inn beinanvegin, kann steðga fiskiførum, fiskaflutningsførum og fiskaframleiðsluførum, og kann við samleikaváttan og uttan rættarúrskurð fara umborð at gera tænastukanningar, harundir kanna skipsskjøl, skipsdagbøkur, veiðidagbøkur, lastarbøkur, framleiðslubøkur og framleiðsluuppgerð, útgerð, harundir elektroniska útgerð og dátur úr hesum, reiðskap og veiðu og kann krevja, at skipið, skjøl, útgerð, reiðskapur og veiða verða tikin í føroyska havn til nærri kanningar.
Stk. 2. Fiskiveiðieftirlitið kann við samleikaváttan og uttan rættarúrskurð fara inn á øki og hartil krevja atgongd til høli tilhoyrandi góðkend móttøkuvirki og framleiðsluvirki at gera tænastukanningar, harundir gera stakroyndir, kanna framleiðslutøl og innvigingartøl og uppgerðir, útgerð, harundir elektroniska útgerð og dátur úr hesum og kann krevja, at skjøl, dátur, útgerð og rávøra verða tikin til nærri kanningar.
Stk. 3. Verður eigari av fari, ella skipari á fari, dømdur fyri lógarbrot ella góðtekur eina fyrisitingarliga avgerð í sambandi við lógarbrot, grundað á kanningar, gjørdar í havn, skal eigarin av farinum gjalda kostnaðin av kanningunum.
Stk. 4. Fiskiveiðieftirlitið hevur til einhvørja tíð við samleikaváttan og uttan rættarúrskurð atgongd til fiskifør, fiskaflutningsfør og fiskaframleiðslufør, sum liggja í havn, ella eru í føroyskum sjóøki, og harumframt á øllum støðum, har veiða ella partar av hesi verður goymd, flutt og viðgjørd o.a.
Stk. 5. Fiskiveiðieftirlitið kann gera kanningar ella lata kanningar gera, harundir staksýniseftirlit og innvigingareftirlit, innheinta skjøl og upplýsingar, geva boð og forboð í tí vavi og á teimum økjum, har tað verður mett neyðugt fyri at fremja eftirlitið.
§ 55. Skipari og eigari av fiskifari hava til einhvørja tíð skyldu at tryggja atkomumøguleikarnar til farið samsvarandi ásetingunum í løgtingslóg um trygd á sjónum, og hava skyldu at hava umborð leytara til nýtslu, tá Fiskiveiðieftirlitið ynskir at koma umborð. Sama er galdandi, tá eftirlitsmyndugleikar úr øðrum londum ynskja at koma umborð fyri at fremja eftirlit í fiskiveiðiløgdøminum hjá viðkomandi landi, ella tá eftirlit verður framt í altjóða sjógvi sambært avtalum ella sáttmálum, sum Føroyar eru partur av.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um atkomumøguleikar og treytir til leytarar.
§ 56. Tey, sum hava ábyrgd av tí, ið kannað verður, hava skyldu til at hjálpa Fiskiveiðieftirlitinum í tænastuligu kanningum sínum, og hava rætt til at vera hjástødd undir slíkum kanningum. Er sannlíkt, at revsiákæra verður reist, skal Fiskiveiðieftirlitið upplýsa viðkomandi, at hann ikki hevur skyldu at úttala seg.
Stk. 2. Skipari á fiskifari, fiskaflutningsfari og fiskaframleiðslufari undir føroyskum flaggi hevur skyldu til at hjálpa eftirlitsmyndugleikum úr øðrum londum í tænastuligu kanningum sínum, tá eftirlit verður framt í fiskiveiðiløgdøminum hjá viðkomandi landi, ella tá eftirlit verður framt í altjóða sjógvi sambært avtalum ella sáttmálum, sum Føroyar eru partur av. Eftirlitsfólk skulu frítt kunna nýta samskiftisútgerðina umborð í tann mun, tað er neyðugt fyri at útinna starv teirra.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um skyldurnar hjá skipara, tá eftirlitsmyndugleikar úr øðrum londum fremja eftirlit.
§ 57. Veiða, sum er fiskað í ósamsvari við reglurnar um fiskiskap, ella sum ikki er fráboðað ella fráboðað skeivt, skal ikki goymast, flytast ella viðgerast o.a.
Stk. 2. Keyparar ella móttakarar av nøgdum av veiðu ella pørtum av hesi, sum er fiskað í ósamsvari við reglurnar um fiskiskap, ella hvørs innihald er í ósamsvari við reglurnar um veiðisamanseting, og sum kunnu metast at vera ólógligar, sambært stk. 1, kunnu bera seg undan ábyrgd við móttøkuni við at siga Fiskiveiðieftirlitinum frá, og geva upp metta veiðinøgd, slag og samanseting við navni og bústaði á tí, sum letur nøgdina. Fráboðað nøgd av veiðu, ella partar av hesi, skal goymast soleiðis, at eftirlit kann fremjast, og skal veiðan ikki flytast ella viðgerast uttan við samtykki frá Fiskiveiðieftirlitinum.
Stk. 3. Koma fyri nøgdir av veiðu, ella partar av hesi, veiddar í ósamsvari við galdandi reglur, verður øll nøgdin at meta sum veidd soleiðis.
§ 58. Fiskiveiðieftirlitið kann krevja, at fiskifar, fiskaflutningsfar og fiskaframleiðslufar verður verandi á eini knattstøðu í ásetta tíð, til tess at kanningar kunnu fremjast. Knattstøða og tíðarskeið skal so vítt gjørligt avtalast við skiparan á avvarðandi fari.
§ 59. Fiskiveiðieftirlitið kann lýsa bráðfeingis veiðibann fyri ávísan fiskiskap á ávísum leiðum í føroyskum sjógvi, har íblandingin av ungfiski ella hjáveiða er meira enn ásetta hámarkið. Bráðfeingis veiðibann verður ásett fyri upp til 4 vikur hvørja ferð.
Stk. 2. Fiskiveiðieftirlitið kann somuleiðis loyva einstøkum fiskiførum at gera royndir á bráðfeingis stongdari leið til tess at staðfesta, um bráðfeingis veiðibann skal ásetast av nýggjum ella avlýsast.
Stk. 3. Fiskiveiðieftirlitið lýsir bráðfeingis veiðibann alment.
§ 60. Fiskiveiðieftirlitið kann geva fiskiførum loyvi til royndir við spølum, fiskireiðskapi o.a. upp til eitt samdøgur í senn og at seta serstakar treytir hesum viðvíkjandi.
§ 61. Fiskifør skulu hava allan fiskireiðskap burturstúgvaðan innanborða á sínum natúrliga staði, tá tey eru stødd á eini leið, har tað ikki er loyvt fiskifarinum at fiska. Tað sama er galdandi, tá fiskifarið liggur í havn.
§ 62. Upplýsingar, harundir viðkvæmar og trúnaðarupplýsingar, sum hava týdning fyri eftirlitið við fiskiskapi og veiðu, kunnu, treytað av trygd og trúnaði, útflýggjast myndugleikum í øðrum londum, altjóða felagsskapum og økisbundnum fiskiveiðifelagsskapum.
Kapittul 15
Reglur um kærur
§ 63. Avgerð, sum Fiskiveiðieftirlitið tekur eftir hesi løgtingslóg ella eftir reglum, givnum við heimild í hesi løgtingslóg, tó undantikið avgerð sambært kapitlunum 14 og 16, kann verða kærd til landsstýrismannin í seinasta lagi 4 vikur eftir, at avgerðin er fráboðað.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann leggja kærumyndugleika sín sambært løgtingslógini til eina kærunevnd, hvørs avgerðir eru endaligar innan fyrisitingina.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um val av nevndarumboðum, samanseting av nevnd og kæruviðgerð hjá kærunevndini, sambært stk. 2.
Kapittul 16
Revsireglur o.a.
Revsing
§ 64. 3) 2) 9) 1) Er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg, verður tann revsaður við sekt, ið:
1) brýtur § 3, stk. 3, § 4, stk. 1, § 8, stk. 3, 3. pkt., §§ 11-12, § 13, stk. 1, 5 og 7, § 21, stk. 1, § 23, stk. 4-6, § 25, stk. 1 og 3, § 26, stk. 1, § 27, stk. 1, § 30, stk. 1-2, § 31, stk. 1-2, § 35, stk. 1, 1. og 2. pkt. og stk. 3, 2. pkt., § 37, stk. 1, § 38, stk. 1, § 39, stk. 1, § 41, stk. 1, § 43, stk. 1, § 46, stk. 1 og 2, § 49, stk. 8, § 55, stk. 1, § 56, stk. 1 og 2, § 57, stk. 1 og § 61,
2) ikki steðgar fiskiskapi, tá kvota er uppfiskað, hámark er rokkið, ella fiskidagar hjá fiskifari ella bólki eru nýttir,
3) fiskar á leiðum, har bráðfeingis veiðibann er ásett við heimild í § 59,
4) ikki fylgir treytum, knýttar at loyvum, latin sambært løgtingslógini ella reglum við heimild í løgtingslógini,
5) ikki fylgir banni ella boðum, givin sambært løgtingslógini, ella reglum við heimild í løgtingslógini, ella
6) letur ósannar ella villleiðandi upplýsingar ella heldur aftur upplýsingum til nýtslu í próvførslu eftir løgtingslógini, ella sum eru kravdar sambært løgtingslógini, ikki letur neyðug skjøl, skjalprógv ella upplýsingar, sum skylda er eftir løgtingslógini ella við reglum, ásettar við heimild í løgtingslógini.
Stk. 2. 3) 2) 1) 8) Í reglum, ásettar við heimild í § 5, stk. 3, § 9, stk. 4, § 19, stk. 1-3, § 21, stk. 2, § 22, stk. 1-3, § 23, stk. 1, § 25, stk. 4, § 26, stk. 2, § 27, stk. 2, § 28, stk. 4, § 29, stk. 6, § 30, stk. 4, § 31, stk. 5, § 32, stk. 5, § 33, § 34, § 35, stk. 2 og 3, § 37, stk. 3, § 38, stk. 3, § 39, stk. 2, § 40, § 41, stk. 2 og 6, § 42, § 46, stk. 3, § 49, stk. 10, § 50, stk. 6, § 52, stk. 1 og 2, § 55, stk. 2, § 56, stk. 3, § 71, 2. pkt., kunnu verða ásettar reglur um sekt.
Stk. 3. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 4. 10) (Strikað).
Stk. 5. Sekt fyri ólógligan fiskiskap, sambært stk. 1 og 2, skal taka støði í avreiðingarvirðinum í viðkomandi fiskiskapi, um brotið kann metast at vera framt við vinningi ella sparing fyri eyga, umframt at dentur verður lagdur á grovleikan á brotinum.
Stk. 6. Er brot, sambært stk. 1, nr. 6, framt fyri at sleppa undan gjaldi sambært løgtingslógini, ella reglum við heimild í løgtingslógini, skal sekt áleggjast við støði í gjøldunum, sum roynt er at sleppa undan.
§ 65. Hevur fiskifar fiskað meir enn loyvt er sambært fiskiloyvinum, fær eigarin tríggjar dagar freist at boða Fiskiveiðieftirlitinum frá, at hann við umsiting av fiskidøgum, egnari árskvotu ella egnari hjáveiðikvotu hevur lokið treytirnar.
Stk. 2. Fiskiveiðieftirlitið kann mótrokna nøgdina av mettu veiðuni, sum blakað er útaftur, í egnari árskvotu ella felags árskvotu.
Fyrisitingarlig sektaruppskot
§ 66. Í málum um brot sambært § 64, stk. 1 og 2, har Fiskiveiðieftirlitið metir, at nøktandi greidleiki er á veruligu umstøðunum í málinum, at brotið ikki kemur undir strangari revsing enn sekt, kann Fiskiveiðieftirlitið við einum sektaruppskoti boða frá, at málið kann verða avgjørt uttan rættarmál, um tann, ið hevur framt brotið, játtar seg sekan í brotinum og váttar at gjalda sektina sambært sektaruppskotinum innan nærri ásetta freist.
Stk. 2. Krøv um inndrátt, her ímillum inndrátt av virðum ella ólógligum reiðskapi, kunnu á sama hátt verða avgjørd uttan rættarmál.
Stk. 3.11) Reglurnar í rættargangslógini um innihald í ákæruriti og reglurnar um, at ein ákærdur ikki hevur skyldu at geva frágreiðing, verða samsvarandi nýttar viðvíkjandi sektaruppskotum.
Stk. 4. Góðtekur tann, ið hevur framt brotið, sektina, fellur rættarsóknin burtur.
Stk. 5. Somuleiðis kunnu tey, sum hava verið við til at fremja brot, fáa fráboðan um, at málið kann verða avgjørt uttan rættarmál við góðtøku av sektaruppskoti sambært stk. 1.
§ 67. Sektarpeningur, álagdur við heimild í hesi løgtingslóg, verður býttur eftir galdandi avtalu millum donsku stjórnina og landsstýrið.
§ 68. Fyri inndrátt eru reglurnar í revsilógini galdandi.
Stk. 2. Veiða, ella virði av veiðu, kann inndragast, hóast tað ikki kann staðfestast, at øll veiðan er fiskað ólógliga.
Stk. 3. Ólógligur reiðskapur, ella virði av reiðskapi, kann inndragast, harundir net, lemmar, vektir, veirar, elektronisk útgerð, sondur, sondukáplar, línur, uppstandarar, vørp, boyur, gørn o.a., líkamikið hvørs ogn hetta er, og hóast tað ikki er endaliga staðfest, at allur reiðskapurin er nýttur í ólógligum fiskiskapi.
Stk. 4. Verður komið fram á ólógligan reiðskap í sjónum, ella reiðskap, sum ikki er merktur sambært galdandi reglum, kann reiðskapurin verða tikin upp. Sama er galdandi fyri reiðskap, ið er settur ella stendur, har fiskiskapur við hesum reiðskapi ikki er loyvdur, ella ikki er settur ella ikki stendur sambært galdandi reglum. Sama er galdandi fyri reiðskap, sum er latin eftir á plássum, har fiskiskapur við hesum reiðskapi ikki er loyvdur. Fiskiveiðieftirlitið kann krevja, at eigarin sjálvur dregur reiðskap inn ella kann draga reiðskap inn fyri rokning eigarans.
§ 69. Er revsiábyrgd staðfest eftir reglunum í hesi løgtingslóg, ella reglum, ásettar við heimild í hesi løgtingslóg, kunnu skip haldast aftur av eftirlitsmyndugleikanum, ella av løgregluni vegna eftirlitsmyndugleikan, til falnar sektarupphæddir og sakarmálskostnaður eru goldin, ella til trygd er fingin fyri gjaldingini. Er ikki goldið 2 mánaðir eftir, at málið er endaliga avgjørt, kann fulnaður takast í skipinum.
Stk. 2. 10) Um nevndu myndugleikar halda skipi aftur, verða reglurnar í kapitli 87 í rættargangslógini um at leggja hald á lutir, ið tað verður hildið rætt at taka inn, at nýta samsvarandi. Afturhald kann bara fremjast, um tað er neyðugt fyri at tryggja, at nevndu upphæddir verða goldnar.
Afturtøka av loyvum
§ 70. Fiskiveiðieftirlitið kann beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt á reglurnar í hesi løgtingslóg, ella reglur, ásettar við heimild í hesi løgtingslóg, um fiskað er meira enn loyvt sambært fiskiloyvinum, ella um fiskifar ikki heldur seg til treytir ásettar í fiskiloyvinum.
Stk. 2. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð. Fiskiveiðieftirlitið ger av, hvat tíðarskeið rætturin at reka vinnuligan fiskiskap verður tikin aftur. Í tíðarskeiðinum, rætturin at reka vinnuligan fiskiskap verður tikin aftur, kann eigarin av fiskifarinum ikki gagnnýta rættindini í fiskiloyvinum, og skipið, ið brotið er framt við, kann ikki reka vinnuligan fiskiskap, heldur ikki, um skipið verður selt øðrum eigara.
§ 71. Fyri grov brot, ella endurtøku av brotum, kann landsstýrismaðurin avgera, at givin rættindi verða tikin aftur fyri ásett tíðarskeið ella endaliga. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um afturtøku av loyvum.
§ 72. Avgerðir eftir § 70 eru endaligar innan fyrisitingina.
Stk. 2. Avgerðir eftir §§ 70 og 71 kunnu leggjast fyri dómsvaldið. Avgerðir eftir §§ 70 og 71 skulu innihalda upplýsingar um rættin til at leggja avgerðina fyri dómsvaldið og um kærufreist. Áheitan um at leggja málið fyri dómsvaldið skal fráboðast Fútanum í seinasta lagi 4 vikur eftir, at avgerðin er boðað viðkomandi. Málið verður lagt fyri dómsvaldið eftir reglunum í § 78, stk. 3 í revsilógini. Áheitanin, um at leggja málið fyri dómsvaldið, hevur ikki steðgandi virknað.
Kapittul 17
Gildiskoma og skiftisreglur
§ 73. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2020, samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi.
Stk. 2. 1) § 30, stk. 2, § 31, stk. 2 og § 36 koma í gildi 1. januar 2023.
Stk. 3. 12) Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, nær § 8, stk. 3, 3. pkt., § 9, stk. 3, 3. pkt., § 28, stk. 5, § 29, stk. 2, § 30, stk. 3 og § 31, stk. 3 koma í gildi.
Stk. 4. Kunngerðir við heimild í løgtingslógini um fyrisiting av sjófeingi hava framvegis gildi í tann mun, tær ikki eru í ósamsvari við ásetingarnar í hesi løgtingslóg. Kunngerðir fara úr gildi sambært ásetingum um gildistíð í hesum kunngerðum ella við kunngerðum, sum koma í staðin fyri verandi kunngerðir.
Stk. 5. Kunngerðir við heimild í løgtingslógum, sum vóru settar úr gildi við løgtingslógini um fyrisiting av sjófeingi, ella løgtingslógini um vinnuligan fiskiskap, men sum hava verið galdandi, vera framvegis í gildi. Kunngerðir fara úr gildi við kunngerðum, sum koma í staðin fyri verandi kunngerðir.
§ 74. Brot á løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, ið eru framd, áðrenn løgtingslógin kemur í gildi, verða revsað eftir §§ 81-89 í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi og eftir reglum við heimild í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi.
Stk. 2. Brot á løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, ið eru framd áðrenn 1. januar 2018, verða revsað eftir §§ 40-47 í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap og eftir reglum við heimild í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
Í Tinganesi, 23. desember 2019
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 15/2019
1) Broytt við løgtingslóg nr. 170 frá 21. desember 2021.
2) Broytt við løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, samanber tó stk. 2. Stk. 2. § 1, nr. 2-9, 13 og 14 koma í gildi 1. januar 2021.”
3) Broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, sbr. tó stk. 2. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, nær § 1, nr. 15 og 16 koma í gildi. Stk. 3. § 1, nr. 5, 6, 9, 10, 11, 12, 13 og 17 koma í gildi 1. januar 2021.” § 1, nr. 15 og 16 eru settar í gildi við kunngerð nr. 126 frá 4. august 2020.
4) Broytt við løgtingslóg nr. 70 frá 5. mai 2021.
5) Broytt við løgtingslóg nr. 89 frá 16. mai 2022.
6) Broytt við løgtingslóg nr. 186 frá 18. desember 2020.
7) Broytt við løgtingslóg nr. 59 frá 13. mai 2020.
8) Broytt við løgtingslóg nr. 155 frá 20. desember 2023.
9) Broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 5. mai 2021.
10) Broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, har § 79 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021.”
11) Broytt við § 11 í løgtingslóg nr. 149 frá 19. desember 2023.
12) Hesar ásetingarnar eru settar í gildi við kunngerð nr. 126 frá 4. august 2020.