30. oktober 2020Nr. 152
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar
(Útsetan av javning)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 64 frá 30. apríl 2018 um javningarprosent til almannaveitingar, verður í § 3 sum stk. 2 sett:
“Stk. 2. Javnað verður fyrstu ferð 1. januar 2022.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað fyri javning av veitingum frá og við januar 2021.
Í Tinganesi, 30. oktober 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 34/2020