Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. desember 2023Nr. 153
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin)
(Skattaumskipan 2024 og 2025, javning av skattastiganum)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti (Ásetingarlógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 163 frá 10. desember 2020, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 1, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Vísandi til § 54 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt verður skattur teirra, ið eru nevnd í § 1, stk. 1, nr. 1-6 og § 2, stk. 1, litra d-f, sbr. tó § 8, stk. 2 og § 8 a, stk. 1 í somu løgtingslóg, ásettur soleiðis:
1) Er inntøkan lægri enn kr. 65.000 verða 0% latin.
2) Er inntøkan kr. 65.000 ella hægri, men lægri enn kr. 180.000, verða kr. 0 latnar av kr. 65.000 og 14% av restini.
3) Er inntøkan kr. 180.000 ella hægri, men lægri enn kr. 280.000, verða kr. 16.100 latnar av kr. 180.000 og 15% av restini.
4) Er inntøkan kr. 280.000 ella hægri men lægri enn kr. 380.000, verða kr. 31.100 latnar av kr. 280.000 og 20% av restini.
5) Er inntøkan kr. 380.000 ella hægri, men lægri enn kr. 700.000, verða kr. 51.100 latnar av kr. 380.000 og 25% av restini.
6) Er inntøkan kr. 700.000 ella hægri, verða kr. 131.100 latnar av kr. 700.000 og 30% av restini.”
2. § 1, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Vísandi til § 54 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt verður skattur teirra, ið eru nevnd í § 1, stk. 1, nr. 1-6 og § 2, stk. 1, litra d-f, sbr. tó § 8, stk. 2 og § 8 a, stk. 1 í somu løgtingslóg, ásettur soleiðis:
1) Er inntøkan lægri enn kr. 65.000 verða 0% latin.
2) Er inntøkan kr. 65.000 ella hægri, men lægri enn kr. 180.000, verða kr. 0 latnar av kr. 65.000 og 13% av restini.
3) Er inntøkan kr. 180.000 ella hægri, men lægri enn kr. 330.000, verða kr. 14.950 latnar av kr. 180.000 og 15% av restini.
4) Er inntøkan kr. 330.000 ella hægri men lægri enn kr. 450.0000, verða kr. 37.450 latnar av kr. 330.000 og 20% av restini.
5) Er inntøkan kr. 450.000 ella hægri, men lægri enn kr. 600.000, verða kr. 61.450 latnar av kr. 450.000 og 25% av restini.
6) Er inntøkan kr. 600.000 ella hægri, verða kr. 98.950 latnar av kr. 600.000 og 30% av restini.”
§ 2
Stk. 1. § 1, nr. 1 kemur í gildi 1. januar 2024.
Stk. 2. § 1, nr. 2 kemur í gildi 1. januar 2025.
Í Tinganesi, 19. desember 2023
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 36/2023